Um eg verði politikari veit eg ikki

Ungdómsting hevur verið í dag og í gjár. Tey ungu hava roynt, hvussu tað er at vera politikarar, og hvussu mannagongdir eru í Løgtinginum. Mattias Ljósheim í 9.b úr Hoyvíkar skúla er ein av teimum ungu. Hann sigur, at dagarnir hava givið innlit í, hvussu tað er at vera politikari, men um hann sjálvur verður politikari, veit hann ikki

 

- Mær hevur dámt hetta ógvuliga væl. Eg havi fingið nógv burturúr; vit hava sæð, hvussu løgtingið er og fingið størri innlit í, hvussu politikararnir arbeiða. Hetta er eitt fínt arbeiði, men um eg verði politikari, veit eg ikki, sigur Mattias Ljósheim í 9.b úr Hoyvíkar skúla.

##med2##

Bjarta Bjarnadóttir Hammer í 9.b úr Tvøroyrar skúla sigur soleiðis:

- Tað hevur verið ógvuliga gott, spennandi og læruríkt í ungdómstinginum. Vit hava fingið nógv burturúr, og tað hevur verið stuttligt. Eg veit tó ikki, um eg fari at verða politikari í framtíðini.