Hertil skal svarast, at tryggingartakarin í sambandi við bilskaða kann venda sær til sýnsmenn hjá tryggingini, og har fáa eitt eftirsýn av bilinum.
Annars verður tryggingartakarin, tá rokningin frá verkstaði fyri umvæling av skaðanum verður goldin, kunnaður um útgjaldingina og biðin um at boða frá, um hann ikki er nøgdur við umvælingina.
Eisini spyr Finnleif Guttesen, um Tryggingarsambandið krevur nakra trygd (garanti) frá verkstøðum fyri umvælingararbeiði, ella um akfarsánarin hevur nakað krav um trygd frá verkstaðnum.
Tryggingin hevur skyldu at umvæla skaðan, so bilurin er í sama standi sum áðrenn skaðan, og verður verkstað, sum tryggingartakarin ávísir, vanliga nýtt.
Í tí sambandi skal tryggingin síggja til, at umvælingararbeiðið er nøktandi og í tráð við sýnsmetanina fyri skaðan, og at tryggingartakarin er nøgdur.
Samstarvið millum bilverkstøð og tryggingina er so gott, at spurningurin um at fáa trygd frá verkstøðunum er ikki neyðugur.
Bjartur Dalsgarð,
Tryggingarsambandið
Føroyar










