Rúnar Reistrup,
Keypmannahavn
__________
Drotningin er bara drotning fyri Føroyar so leingi, sum føroyingar vilja hava hana at vera tað. Hon rýkur saman við restini, so skjótt føroyingar semjast um at kvetta ríkisfelagsskapin. Tað veit hon eins væl og nakar embætismaður í Statsministeriinum.
Men á almennari vitjan í Føroyum kennir drotningin seg uttan iva kortini vælkomna sum drotning fyri alt danska ríkið, og tað eigur hon eisini at gera. Í hvussu er um nakað er eftir av góðum føroyskum fólkasiði, nú sjálvt kosin maður ófólkaliga hóttir við at sýta fyri at fara til borðs við almennu gestunum.
Tí kom tað helst óvart á drotningina, at hennara vinalagsrøða í Norðurlandahúsinum mánakvøldið fór at gerast ein spunnin høvuðssøga í fjølmiðlunum í fleiri dagar. Og tað er av røttum eisini løgið, at so nógv varð gjørt burturúr, eftir at drotningin hevði úttalað seg "politiskt". Í veruleikanum var einasti politiski boðskapurin í røðuni tann, at hennara hátign vónaði, at ríkisfelagsskapurin fór at halda fram í felags virðing eitt tíðarskeið afturat. At hetta er ein reinur sambandssinnaður politiskur boðskapur, fær hon ikki runnið undan. Men at drotningin í røðu síni helt seg til somu fatan av nýliga samtyktu yvirtøkulógini, sum partarnir, ið gjørdu hesa avtalu, hevur einki við politikk at gera. Politiska síðan av hesum málinum er longu avgreidd við breiðum meiriluta, bæði á fólkatingi og løgtingi, og er nú søga.
Sjálvandi skal kongshúsið vera flokspolitiskt óheft. Men tað merkir hvørki, at danska drotningin noyðist at halda sær frá at tosa um ríkisfelagsskapin ella um samtyktu yvirtøkulógina, tá hon vitjar í Føroyum - líkamikið at allir føroyingar ikki eru samdir um hesi bæði.
Skuldi drotningin bert latið orð falla um tað, sum føroyingar eru samdir um, hevði Føroyavitjanin hjá teimum kongaligu verið ein ógvuliga tigandi tilburður.