Hann hevur skrivað bók um bygdina, sum kemur út seinni í ár. Hann fer at greiða frá um søguna kring bygdina Skarð, hvussu tey búleikaðust har norðuri, og hví tey settu seg har, sum í dag kann tykjast nakað óhøgligt stað.
Tollaksmessudag 2013 eru 100 ár liðin, síðani sjey mans av Skarði fórust við einum áttamannafari í ringum veðri.
Eftir í bygdini vóru tá bert eldri fólk, kvinnur og børn. Fólk fluttu frá bygdini, tí teimum var ikki lív lagað eftir hesa hendingina. 26. januar 1919 róði ein tungt løddur bátur við teimum seinastu fólkunum av Skarði til Kunoyar, og bygdin var avtoftað.
Annar fyrilestur hetta kvøldið verður um leitiloyvi, tá Mourits Joensen, fíggjarleiðari hjá Atlantic Petroleum fer at greiða frá.
Atlantic Petroleum varð stovnað í 1998 og er í dag partur av trimum leitiloyvum í føroyskum øki.
Felagið er eisini við, tá borað verður á føroyskum øki í summar. Umframt virksemi í Føroyum er felagið eisini partur av leitivirksemi í Bretlandi og Írlandi og framleiðir kolvetni frá trimum oljufeltum í bretska partinum av Norðsjónum.