Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar nær Føroyum og gevur støðugt og stilt veður, men mikunáttina fer eitt veikt brúgvalag á veg í ein eystan framvið Føroyar.
Í dag verður fleyr til gul av eystri, 2 til 5 m/s. Fyrst skýggjað og í støðum møguliga mjørki, men út á dagin klárar í og sólin sær, serliga eystanfyri. Um kvøldið og náttina verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, tað verður skýggjað og møguliga mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, í støðum eitt vet lýggjari, um náttina millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin og mánadagin verður lot til andøvsgul av eystanættum, undir 8 m/s. Turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og møguliga mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, møguliga lýggjari mánadagin, um náttina millum 5 og 8 stig.
Týsdagin frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og møguliga mjørki í støðum, annars turt og sól. Um kvøldið og náttina skýggjað og sunnanfyri regn av og á. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 8 stig.
Mikudagin gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, men turt, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Hósdagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Út á dagin sól, men um náttina skkýggjað og møguliga mjørki í støðum Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina um 6 stig.
Veðurforsøgnin frá norska veðurstovninum yr er at finna her.