Sjálvur eri eg samdur við fleiri sjónarmiðum hesum viðkomandi, og loyvi mær tískil við hesum at vísa á, at fleiri átøk eru tikin og í næstum vera fleiri broytingar framdar. Allar hava til endamáls at broyta bólkauppbýtið, soleiðis at vinnan kann gera tillagingar til frama fyri betri kappingarføri.
Feskfiskatrolarar.
Broytingar eru gjørdar í bólki 1 og 2, soleiðis at øll skip í bólkunum nú kunna partrola. Hetta gevur stórar sparingar bæði í oljunýtslu og til reiðskap. Somuleiðis vóru seinastu tillagingarnar gjørdar nú í summar, ið tryggja, at rættindi kunna flytast millum øll før, ið eru partar av hesum bólkum. Samfingið so tryggja nevndu broytingar munandi meira smidligari tillaging, ið tryggjar grundarlag fyri skynsamari rakstri og harvið betri kappingarføri.
Línuskip.
Ásetingin í kunngerð viðvíkjandi útskifting av skipum í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, er nú broytt í sambandi við, tá veiðiloyvi verður flutt millum skip í hesum bólki.
Treytin í verandi mannagongd fyri, at skip í hesum bólki kann skiftast út er, at nýggja skipið ikki er størri enn skipið, tað verður skift út við. Hetta verður gjørt við støði í mátunum: Longd (L) x Breidd (B) x Dýpi (D), t.e. sonevnda “rúmmetur-reglan”.
Henda mannagongd verður nú broytt soleiðis, at bólkur 3, línuskip, verður undantikin rúmmetur-regluni.
Grundgevingarnar fyri nevndu broyting eru millum annað:
1. Ísfiskalínuflotin er gamal og hevur tørv á menning tøkniliga, men eisini á annan hátt, soleiðis at pláss til manningarrúm og dekspláss annars verður størri.
2. Størri dekspláss gevur betri møguleikar fyri betri gagnnýtslu av veiðuni, soleiðis at góðskan kann gerast betur, eins og at allar hjávørur somuleiðis kunnu koma til høldar.
3. Størri dekspláss gevur eisini møguleikar fyri virðisøking, antin við atliti at, at veiðan kann frystast umborð eins og, at hon heilt ella lutvíst kann framleiðast umborð.
4. Samanumtikið geva størri dekspláss og betri manningarrúm grundarlag fyri eini meira kappingarførari vinnu.
Samanumtikið verður mett, at núverandi áseting um flytan av veiðiloyvum er forðandi fyri menning av nevnda parti av ísfiskaflotanum. Samstundis verður spurningur settur við, um mannagongdin (LongdxBreiddxDýpi) hevur nakað endamál við atliti at stýring av fiskiorkuni júst fyri nevnda høvuðsbólk, bólkur 3, í fiskidagaskipanini.
Smærri og størri útróðrarbátar.
Í nærmastu framtíð eigur býtið millum øll fiskifør undir 110 tons at vera endurskoðað.
Sum sagt, so er ásetingin í sambandi við útskifting av línuskipum í bólki 3 munandi smidligari eftir nevndu broyting um rúmmetrarnar.
Ein annar táttur í stýringini av veiðitrýstinum av toski og hýsu hevur ofta havt til endamáls at flyta fiskiorku longur út á. Eitt uppskot í hesum sambandi er at geva línuskipum í bólki 3 møguleika at keypa dagar úr bólki 4B, men tó ikki øvugt.
Viðvíkjandi fiskiførum undir 40 tons eigur býtið millum útróðrarbátar í bólki 4A (15-40 tons) og teir størru bátarnar i bólki 5 at vera endurskoðað. Teir størru bátarnir í bólki 5, sum veiða við línu, kunna vera fluttir bólk 4A. Allir teir størru bátarnir í bólki 5A, sum royna við línu, hava ein rakstur, sum í stóran mun kann sammetast við raksturin í bólki 4A, og tí er grundarlag, at lýsa hesar bátar sum verandi í sama bólki. Bátarnir, ið vera fluttir úr bólki 5, vera fluttir við døgum samsvarandi til dømis 80 dagar fyri bátin. Í hesum málið er týðandi, at mørkin eru neyv, sum allýsa nær bátar vera fluttir. Eftir míni meting er hetta ikki trupulleiki, men tað verður ov drúgt at viðgera hetta í grein sum hesi.
Bátarnir, ið vera eftir í bólki 5, skula í størst møguligan mun bert royna við snellu. Møguleikarnir eiga at vera kannaðir, hvør ásetingar kunna gerast – innan eitt nú uppgerð av døgum – sum eggja bátaeigarum at veiða við snellu í størri mun enn línu.
Onnur átøk.
Fiskivinnupolitikkurin seinastu tíðina hevur havt til endamáls at tryggja grundarlag fyri vøkstri í hýsu- og toskastovninum. Tí eru fleiri friðingar settar í verk.
Tó skal havast í huga, at onnur gagnnýtsla kann vera møgulig, samstundis sum hædd verður tikin fyri at verja smáa toskin og hýsuna.
Eitt dømi hesum viðvíkjandi er garnafiskiskapur eftir havtasku. Kannast skal, um slíkur fiskiskapur ikki er møguligur, samstundis sum hædd er tikin fyri øllum friðingum og endamálum teirra.
Um so verður, at onkur fiskifør í bólki 4 kunna fara á garnaveiðu, so kann í slíkari ætlan vera ásett, at dagarnir hjá bólkinum vera skornir samsvarandi og harvið lætnar veiðitrýstið á tosk og hýsu tilsvarandi.
Hagreiðing og framleiðsla
Ásetingin í dagsins lóggávu, um at virking umborð á skipum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi bert kann fara fram eftir góðkenning frá landsstýrismanninum, verður strikað. Allar forðingar fyri virking umborð verða tiknar burtur, soleiðis at vinnan frítt kann avgera, um veiðan skal kølast (ísast), frystast og/ella framleiðast umborð. Týðandi er, at slík áseting beinleiðis verður staðfest í lógini sum ein varandi karmur, heldur enn ein áseting, ið er tengd at einum landsstýrisfólki.
Søla av rávøru við meira
Krøv til sølu av rávøru verða endurskoða og takast burtur, har tey virka forðandi fyri smidligum handilsskapi. Uppboðssølukravið í sambandi við útflutning av heilum fiski eigur møguliga at verða avtikið, og í staðin kundi “kai-kant reglan” virka, tó bert fyri rávørur. Í sambandi við nýgerð, og betri møguleikum at fáa størri skip inn í flotan, er týðandi, at krøv verða sett til nýggju førini, soleiðis at hædd verður tikin fyri meirgóðsking umborð, eins og at allar hjávørur verða fingnar til høldar.









