Týðarin, A. Guttormur Djurhuus, sigur í formælinum til bókina:
»Tá eg fór undir at skriva mítt credo, kom eg skjótt eftir, at svenski heimsspekingurin, Olav Hammer, longu hevði skrivað eina bók um mst sum tað sama, sum eg ætlaði mær at skriva. Har vóru orðingar, sum vóru snarlíkar mínum egnu. Tískil tók eg ta avgerð heldur at umseta hansara bók til føroyskt, enn at skriva mína egnu.
Ein maður segði við meg, at uttan trúgv er lívið uttan meining. Rætt er tað, at vit verða fødd til eitt lív uttan meining. Líviðh evur í sær sjálvum hvørki innihald ella meining. Tað eru vit sjálvi, sum mugu geva tí innihald og meining. Tað er krevjandi, men gevur lívinum meining og innihald.
Tað var svenska skaldið Thomas Thorild (1759-1808), sum segði: at hugsa frítt er stórt, men at hugsa rætt er størri. Sjálvur haldi eg, at tað er størri at hugsa frítt, tí helst er tað so at ein fortreyt fyri at hugsa rætt, er at kunna hugsa frítt.
Og at hugsa frítt um øll lívsins viðurskifti kann bara tann gera, sum hevur sloppið sær av við átrúnaðarligu spennitroyggjuna.
Viðvíkjandi málinum er at siga, at eg havi brúkt orð sum til dømis ástøði, støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, heimspeki, hóast at mær ikki hóvar tey. Hetta tí at tey hava fingið innivist í lærubókum, so at flestøll ung kenna tey. Hentari hevði helst verið at brúkt tey snøggaru altjóða orðini fyri tað sama, og sum flest allir føroyingar kenna týdningin av. Hinvegin havi eg roynt ikki at gera nýtslu av heimagjørdum orðabóksorðum, ið fáur ella eingin veit hvat merkja«.
Vit hava drúgvari útbúgving enn nakað ættarlið undan okkum. Hòast tað trívast pátrúgv, pseudovísind, fordómar og rasisma. Er tað tí at nøkrum fólkum vantar kunnleika ella eru meira irrationell enn onnur? Einki bendir á at so er.
Nýggja bókin hjá Olav Hammer Vilst Vit vísir við nógvum dømum, bæði úr søgu og nútíð, at okkara egna medvit dregur okkum inn í eina fløkju a illusjónum. Tað er stór gjógv millum veruleikan og okkara hugmynd av, hvussu tilveran hongur saman. Vit misskilja støðugt persónsmenskuna hjá øðrum. Og tað ið er enn løgnari, vit skilja ikki okkum sjálvi.
Øll kunnu villast í andaligum klingrugøtum. Okkara politikarar gera tað, teir sum taka avgerðirnar og medarbeiðarar. Tað gera øll, sum hava fyri neyðini at taka støðu til, hvussu arbeiðið skal gerast ella lívið livast. Tað gera øll, sum royna at finna leið millum sjónarmið og uppáhald í einum torgreiddum heimi. Og, sjálvt um tað kann vera svart at viðganga, so gera tú og eg tað eisini.
Men tað er óneyðugt at vera offur fyri okkara vilsta viti. Henda bók veitir tær mótevni: sjálvsinnlit.
Olav Hammer er professari í religiónssøgu á universitetinum í Odense í Danmark.










