Um Atlantis

Tíðindaskriv frá Stýrinum og leiðaranum fyri Mentanarhúsið Atlantis

Upplýsingar í samband við úttalilsir hjá formanninum í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Petur J. Eliasen, í grein í Sosialinum 26.10.2004



Í 2001 bleiv Grunnurin Sjálvsognarstovnurin Mentanarhúsið Atlantis stovnaður, og stýrið yvirtók alla skuld hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, kr. 2.450.000,-. Hetta aftaná, at Klaksvíkar Kommuna hevði tikið um endan, tá ið byrðan hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag gjørdist ov tung.
Okkara uppgáva er at fylgja samtyktunum, gjørdar av Klaksvíkar Kommunu, sum siga:
Endamál
§2 Endamálið við grunninum er at vera karmur um mentanarliga virksemið í býnum, t.v.s. gjøgnum sjónleik, filmsfyrivísan, kvøldsetur, upplestur, sang og tónleik, fundir og annað fyri slík hús líknandi virksemi, og kunnu bólkar, einstaklingar og feløg gera nyttu av húsinum.
Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum mentanararvi og føroyskum siði, og við tign, sum sømir seg einum mentaðum fólki.
Sambært leigusáttmálanum ímillum Mentanarhúsið Atlantis og Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum er galdandi til 1. juli 2006, hevur leigarin nýtslurætt til partar av bygninginum, sum fevna um kjallaran, alt árið og pallin og loftið í tann mun tiltøk felagsins leggja upp til.
Klaksvíkar Kommuna veitir Mentanarhúsinum Atlantis ein stuðul uppá kr. 500.000,- um árið. Peningurin verður nýttur soleiðis:
Rentur og avdrøg
kr. 260.000,-
Løn leiðarin
kr. 240.000,-
Íalt kr. 500.000,-

Afturat hesum skal Mentanarhúsið Atlantis av við aðrar útreiðslur, so sum trygging, olja, ravmagn, telefon, bókhald, grannskoðan o.m.a., sum íalt eru uml. kr. 250.000,-.
Biografurin, ið hvílur í sær sjálvum, hevur verið ein týdningarmikil partur, tá ið hugsað verður um at fáa fólk at vitja húsið. Tó eru tað mest tey ungu, sum higartil hava vitjað biografin, og meta vit hetta at vera eitt gott tilboð til tey ungu í býnum.
Vit vilja vera við til at gera karmarnar so góðar sum gjørligt fyri tey, sum vitja húsið, og hava tí innrættað salin av nýggjum, betra um pallin við m.a nýggjum baktjøldum, hugna um foyeri, fingið eitt gott "sourround" anlegg og nýggja peru í framvísaran, soleiðis at bæði ljóð og myndagóðska er í topp.
Leiðarin hevur roynt at skipa fyri ymiskum øðrum tiltøkum, har undirtøkan hevur verið misjøvn. Tó fella vit ikki í fátt. Vit hava gjørt avtalu um samstarv við Norðurlandahúsið/filmsfelagið Klipp og Mentanarhúsið í Fuglafirði. Vit eru í fer við at fáa permanenta ljóð útgerð í húsið, umframt "sourround" anleggið, sum longu er komið. Eisini er eitt nýtt klaver í húsinum eins og uppvørpa, sum fer at verða nýtt til reklamur, áðrenn filmarnir byrja. Hetta fer at vera eitt fíggjarligt ískoyti til virksemi í húsinum.
Leiðarin hevur samskipað tiltøkini, og er tað eingin trupulleiki at hýsa tiltøkum, sum eru uml. 2-3 tímar til longdar, samstundis sum biografurin koyrir eftir ætlan, nær tað skal vera!!!
Venjingarumstøðurnar eru ikki tær bestu, og kemst hetta av, at einki hølið er burturav til at venja í. Vit vilja tó gera framførslu umstøðurnar so góðar sum gjørligt.
Tað kann kennast svárt, tá ið nakað, ein hevur verið við til at bygt upp, gleppur einum av hondum. Tíðin stendur ikki í stað, og vit verða øll noydd at hyggja frameftir.