Asfalt Junior (ljósareytt) kostar 100 kr.
Junior er einasta atgongumerkið, ið gevur atgongd til stóra barnatiltakið, ið verður leygardagin frá kl. 10.00 til 13.00.
Á barnatiltakinum verður høvi at uppliva m.a. Skansa Big Band, Leikapetti, Dropar og Poppkorn.
Asfalt Light (blátt) kostar 275 kr.
Light atgongumerkið er galdandi fyri báðar dagarnar og gevur atgongd til útipallin, har m.a. Annika Hoydal, Høgni Lisberg og 200 fara at spæla.
Útipallurin koyrir frá kl. 21.00 til 01.00 fríggjadagin og frá 20.00 til 00.00 leygardagin
Asfalt Deluxe (hvítt) kostar 425 kr.
Deluxe er atgongumerkið, ið gevur atgongd til allar konsertirnar á Asfalt. Hetta er galdandi fyri báðar dagarnar og gevur atgongd til útipallin og allar 5 innipallarnar.
Tað er rættuliga avmarkað, hvussu mong sleppa til konsertirnar inni. Tískil ræður um at vera í góðari tíð.
Børn 6 ár og yngri sleppa ókeypis inn á Asfalt-økið saman við vaksnum tó ikki til innipallarnar.










