Um at verja ríkið sítt?

Nú sprettandi frælsisspírin tykist at hava fingið fastatøkur á okkara góðu klettum, koma teir myrkursins gongumenn í bíløgdum ørindum, so pø á pø, at vitja sínar lagsbrøður í Føroyum.

Síðsta skríggið var nummarplátumaðurin Anders Fogh Rasmussen, sum á júst sama hátt sum allir undan honum, manaði niður í okkum, at hann ikki skuldi leggja seg úti føroysk viðurskifti, samstundis sum hetta júst varð politiska aðalmálið við hansara Føroyavitjan.

Spakuliga at máa burturav nýbirta sjálvbjargnishugi føroyinga.

Søguliga hava vit føroyingar tíverri havt tann óvana at taka alt fyri fult sum útlendska lúsin hevur kroyst um sínar varrar. Vónandi fari eg ikki skeivur tá ið eg haldi at her er farin fram ein hugburðsbroyting í Føroyum. Soleiðis at vit nú spakuliga hava lært at gjøgnumskoða útlendsku gestirnar og at hugsa sjálvi.

Ferð eftir ferð hevur verið ført fram »at mere selvstændighed, giver færre penge« og í hesum kunnu vit bert vera samdir Fogh Rasmussen og eg, men hvussu ber tað til at vit í 1993, við »nulpunktet af selvstændighed« ikki fingu meira í byttuna tá. Tí skal man tulka útsøgnina til enda um at, »mere selvstændighed giver færre penge«, so merkir »nul selvstændighed, masser af penge«.

Men hvar vóru teir tá? Hesir frændir okkara. Nei tá varð asfaltið á flogvøllinum ikki slitið av teirra ávum. Tá vóru teir harrar av Danabrók við føroyingum sum reikandi býttlingum í donskum ráðharrarókum.

Harra Fogh Rasmussen kom inná tey kensluligu viðurskiftini ríkispartarnar ímillum. Og eg skilti tað soleiðis at fortreytin fyri at vera góður við ein føroying er, at tú eigur hann.

Men hvat forðar fyri at hava virðing fyri og vera góður við hvønn tann einasta føroying, sum roynir at standa á egnum beinum. Í mínari verð er tað prostitutión tá kensluligt samband einans byggir á fíggjarligt vald hjá øðrum partinum. Og tað kann ikki vera grundarlagið undir einum felagsskapi. Heldur ikki ríkisfelagsskapinum.

Undanmaðurin hjá Fogh Rasmussen, segði hesi orð í samband við at Litava gjørdist sjálvbjargið land:

»Fremtiden tilhører dem der tør! Lad os i fælleskab møta fremtidens udfordringer. Lad os i fællesskab og sammen med andre frie nationer bygge et helt og frit Europa. Et Europa hvor det enkelte menneskes rettigheder respekteres, og hvor vi alle kan samles om at beskytte mindretallenes rettigheder«.

Munur er á monnum!

Jú, Fogh Rasmussen er væl farin avstaðaftur eins og allir undan honum.

Eftir sita tú eg, sum heilt greitt myndar at tað eru tú og eg sum rógva mugu.

So hví ikki taka um stýrisvølin við!


Páll á Reynatúgvu,

tingmaður