Um at velja kós

Nú vit stíga inn í eitt nýtt ár, er hóskandi at spyrja, hvørji mál vit eiga at seta okkum, og hvørja kós vit skulu velja

Eitt herróp í føroyskum politikki seinastu nógvu árini hevur verið, at vit mugu velja kós – samband ella fullveldi.

 

Men hetta er ikki rætt, øll vita, at leiðin í føroyskum politikki gongur fram móti føroyskum sjálvræði, fram ímóti einum sjálvberandi búskapi, einum fjøltáttaðum og sjálvbjargnum vinnulívi og størri og at enda fullum uttanríkispolitiskum virkisføri. Hesum ivist eg onga løtu í. Og hesum fari eg at berjast fyri, fáa eg nakra politiska ávirkan eftir løgtingsvalið.

 

Tað er ein heilt onnur og fyri hin einstaka føroyingin nógv týdningarmiklari kós at velja nú. Tað er tann samhaldsfasta kósin, tað er tann kósin, sum skal tryggja, at vit ikki aftur fara at uppliva stættarmun í Føroyum.

 

Tað er ein sannroynd, at tann stóri búskaparligi vøksturin hevur skapað stættarmun, og er ikki komin øllum til góða – langt frá tí! Tað eru serstakliga einsamallir uppihaldarar, tey sum einans hava fólkapensjón sína at liva av, og tey sum av lagnunar ávum gjørdust førleikaskerd, sum vita, at so er. Tí er umráðandi at velja ta røttu samhaldsføstu kósina á komandi løgtingsvali.

 

Eitt samfelag, har tey veiku hava tað gott, er eitt gott samfelag.

Og eitt samfelag, sum strembar eftir sjálvbjargni, er eitt sterkt samfelag.

 

Eg ynski øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár!