Allar føroyskar orðabøkur hava ein felags feil: í teimum mangla hundraðtals púra vanlig føroysk orð, sum verða hildin at vera óføroysk, tí tey eru komin uttaneftir. Sum dømi kann takast sagnorðið ‘at vandra’.
‘Vandra’ hevur sum grundtýdning ‘at ganga’. Hetta er gamalt felagsgermanskt orð, sum er skylt við ‘at venda’ og sæst aftur í nutíðar eingilskum í forminum ‘went’, sum er tátíð av ‘to go’.
Men málið hevur sínar finessur. Í tekniskum máli kunnu vit siga, at stemplið hevur eina so og so langa vandring í cylindaranum. Og stendur ein vaskimaskina illa, so kann húsfólkið gremja seg um, at hon vandrar.
Fyrr høvdu vit vandrilærarar, sum gingu um fjøll fyri at bera upplýsing og lærdóm til smáar knokkar í smáum bygdum. Tað kundi eisini henda, at onkur bragdligur unglingi fekk tað skoðsmál frá teimum meira skikkiligu, at hann vandraði í synd.
Men hetta orðið er ikki at finna í okkara orðabókum. Bara tann idiomatiska vendingin ‘koma í vandring’ (t.e.nærkast svøvni) er sloppin við í FO. Allar hinar føroysku orðabøkurnar eru strangar og útihýsa sagnorðinum ‘vandra’ – uttan Svabo; hann hevur bæði ‘vandra’ og ‘vandring’ við. Og tann stóra íslendska ‘Íslensk orðabók’ hevur hetta orðið við.
So er spurningurin: kann hetta vera rætt? Eitt óskyldugt lítið orð, sum er komið til okkara úr týskum gjøgnum danskt, verður skorið úr málinum, so at hol er eftir. Kann hetta ikki blíva farligt fyri málsins brúkiligheit og smidligheit? Vit kunnu ikki siga um stemplið, at tað ferðast ella um vaskimaskinuna, at hon gongur, tí tað kann misforstandast: hon er í gongd, arbeiðir.
Orðini og teirra valørur, teirra virði, teirra nuancur, teirra stílur eru avgerandi í øllum tekstum. Stílurin er maðurin. Fleiri av okkara “gomlu” høvundum sum Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen og Hanus Kamban halda fast við sítt egna mál. Men millum tey yngru er stór óvissa. Fólk vita ikki, um eitt orð er ‘nóg føroyskt’ ella ‘for danskt’, og tí verður mangan einki skrivað. Tað er við at blíva so galið, at føroyingar tora ikki at brúka sítt egna mál. Næstan eingin skaldskapur verður skaptur, og í internationalum kanningum eru vit sibbar.
Fyri at skapa skaldskap, t.e. orðakunst, er neyðugt at hava nógv orð. Verða fleiri gomul orð við semantiskum og skaldskaparligum førningi brennimerkt og útkoyrd, kann endin blíva, at føroyskur litteraturur verður ein oyðimarkarvandring. (MT)