LISA ? Listafólkasamband Føroya ? skipar fyri skeiði um at fara út á altjóða tónaleikarapallin - Konsertferð og marknaðarføring.
Skeiðið verður í Pætursarstovu týskvøldið 25. mai kl.19, har Sigrid J. Dalsgaard, samskipari hjá TÝR, og Kristian Blak frá TUTL siga frá sínum royndum viðvíkjandi at skipa fyri konsertferðum, marknðarføring og at skapa sølumarknað uttanlands.