Um at »spekka sær«

Mong hava undrast – og onk­­ur hevur ilskast inn á út­varps­lýs­ing­ina frá Idé-møblum við slag­orð­­i­num »spekka tær«.

Men talan er ikki um eitt nýggj­­yrði sum so, tí orðið er kent úr gomlum donskum máli.

Vit hava spurt Marjuna Ar­ge Simonsen, sum er mál­­frøð­ingur og cand.phil. í før­oyskum og hevur mál­stov­una Orð­a­fragd.

Hon sigur, at orðingin »at spekka sær« er tøkuorð úr eldri donskum, og tað merk­ir ‘at gera sær dælt við ein­hvørj­um’. Orð­ing­in er at finna í »Ord­bog ov­er det danske Sprog« (ODS) und­ir leit­orð­i­num »spække«. ODS fevnir um danskt mál frá 1700 til 1950, og tað eru 225.000 leitorð. Upp­runaliga verkið kom út í árunum 1918-56 og tel­ur 28 bind. Marjun Arge Sim­onsen sig­ur, at ODS gjørd­ist tøk á netinum í 2005; tað tók 20 kinverjum 1 ár at tøppa alla orðabókina inn á teldu fyri danir (tvær útgávur, ið vórðu sam­koyrd­ar). Og hóast teir einki skiltu av tekstinum, var feil­pro­s­ent­ið sera lágt.

Her er eitt brot úr orð­a­bók­a­rgrein­ini »spække«:
»4) [...] give megen (og god) føde; fylde med (god) mad og drikke, foder; fede; be­værte godt og rigeligt; [...] spække sit leg­eme: gøre sig til gode med mad og drikke; mæske sig; leve ov­e­r­da­a­digt. [...] I Suus og Duus sig spæk­ker han [...] spæk­ke sig paa noget, (nu næppe br.) glæde sig til at nyde; sætte næ­­s­en op efter. ...” (sí meira á ordnet.dk/ods

Orðingin at »spække sig« er flutt merk­ing, og hon er ikki kend í nú­tíð­ar­donsk­­um. Eg­in­liga merk­ing­in av »spække« er: »ind­stik­ke, ind­flette en ræk­ke strim­ler af spæk i (en steg før stegn­ing­en); ogs.: om­vikle (en steg) med spæk.«

Marjun sigur, at navn­orð­ið, ið »spække« er avleitt av, er »spæk«. Tað er sama orð sum før­oyska »spik«, tó er danska orð­ið ann­að­hvørt tøk­u­orð úr mið­lág­týsk­um (1200-1500) ella á­virkað av mið­lág­týska snið­­inum á orðinum, ið var »spe(c)k« ella »spec.« Orð­ing­in at »spekka sær« er ikki við sum leit­orð í Før­oysku orða­bók, helst tí hon verður mett at vera ó­før­oysk.