Um at sova í tímanum

Stjórnarskipan Føroya

Jóan Pauli Joensen

Fyrrv. formaður í Stjórnarskipanarnevndini

 

 

Tann 18. desember 2006 fekk løgmaður handað álit um Stjórnarskipan Føroya frá formanninum í Stjórnarskipanarnevndini. Hetta skjal man verða tað álit, sum hevur fingið eina ta breiðastu viðgerð nakrantíð, bæði í sjálvum nevndararbeiðinum, við tíðindafundum og á kunnandi fundum um landið. Eisini var álitið sent hvørjum húsum í Føroyum.

Umframt fleiri serfrøðingar, so hevur ein stórur partur av føroysku politikarum verið uppi í hesum arbeiði. Tað hevði ikki borið til at komið til eina neyvari semju enn tað, sum komið var til, tá formaðurin fyri at halda lógina, handaði løgmanni álitið. Teir spurningar, sum eftir vóru at fáa fulla semju um, áttu at kunna verið loystir í einum politiskum debatti.

Ikki kann sigast, at løgmaður ella landsstýrið hevur givið hesum álitið nógva umrøðu eftir at tað var handað løgmanni. Løgmaður skal fáa tað rós, hann hevur uppiborið. Hann legði ikki álitið í eina skuffu, men lat løgtinginum tað til viðgerðar. Ein løgtingsnevnd – Stjórnarskipanarnevndin – mannað við tingmonnum úr øllum flokkum varð vald 7. mai 2007 vald at viðgera hetta stórmál. Synd er at siga, at nógv er hent í hesi nevnd, sum bert hevur havt ein einasta fund, nevniliga tá nevndin varð skipað 29. mai 2007. Tvey uppskot vóru til formann Finnur Helmsdal og Christian Magnussen. Christian Magnussen varð valdur til formann.

Eftir skipanarfundin hevur eingin fundur verið í nevndini, so tað ber ikki til at siga, at formaðurin Christian Magnussen hevur verið nøkur beinleiðis eldsál. Tað er púrt einki er hent. Um løgmaður hevur koyrt á formannin, fyri at fáa okkurt at henda, tað sigur søgan einki um.

Stjórnarskipan Føroya átti at verið eitt stórmál í føroyskum politikki, eitt mál sum ein løgmaður av fullum huga átti at brent fyri at fáa framt, tí tað hevði gjørt hann til ein rættiligan statsmann. Alt gott um Visjón 2005, har er nógv gott sett út í kortið, sjálvt um málini í nógvum førum enn tykjast fjar serliga tá ein hugsar um tann pening, sum eigur at fylgja við. Hinvegin hevði tað at farið upp á val uppá eina stjórnarskipan, ið byggir á eina breiða tjóðskaparliga semju, verið eitt bæriligt politiskt mál, sum ikki hevur verið mongum løgmanni beskorið.

Nú hevur tingið við 2. viðgerð atkvøtt fyri at Føroyar koma at verða eitt valdømi, uttan at tað hevur fingið nær í námind ta almennu viðgerð, sum álitið um Stjórnarskipan Føroya hevur fingið. Við at lata uppskotið til Stjórnarskipan Føroya dovna og sovna í eini løgtingsnevnd við einum formanni, sum ongan hug ella vilja tykist at hava at fáa málið framt, hevur løgmaður, ið hevði allar møguleikar, gjørt ein stóran taktiskan brølara, sum eisini ber sín sorgblíða dám av eini grikskari tragediu, tí at løgmaður allarhelst sjálvur fegin hevði vilja framt hetta mál í síni løgmannstíð. Sovið er í tímanum. Eitt stórmál er farið aftur við borðinum, men vónandi raknar onkur við aftur nú bæði fólkatingsval og løgtingsval er í hondum.