Júst í hesum døgum samráðast ábyrgdarfullir politiskir flokkar í Danmark um, hvussu Bankapakki II skal skrúvast saman.
Alheims fíggjar- og búskaparkreppan – sum nú eisini er byrjað at gera um seg í Føroyum – ger tað neyðugt hjá danska statinum at tryggja støðuna hjá fíggjarsektorinum, so hjólini í búskapinum halda fram at mala.
Trúnaðarsamráðingar
Higartil hava floksleiðarar og avvarandi ráðharrar saman við forsætisráðharranum viðgjørt støðuna innanhýsis. Siktið er, at fíggjarsektorurin, vinnulív og vanlig fólk skulu fáa best nyttu burtur úr teimum 70-100 milliardum krónunum, ið so ella so skulu veitast peningastovnunum.
Higartil hevur almenningurin frætt lítið frá samráðingunum, og tað er við vilja. Koma upplýsingar út, áðrenn málið er búgvið, ávirkast kursirnir á virðisbrævamarknaðinum, og tað er óheppið.
Løgmaður hevur sambandið við forsætisráðharran
Tíbetur er eitt felags fíggjarøki galdandi í Ríkisfelagsskapinum, og tað er orsøkin til, at allir teir føroysku peningastovnarnir fáa lut í Bankapakka I.
Samband er millum løgmann og forsætisráðharran, og tann vegin verða Føroyar tiknar við upp á ráð, nú lógarverkið til Bankapakka II verður smíðað í Keypmannahavn. Nústaðni er tíðin komin til, at fólkatingslimir í semjuflokkunum verða tiknir við upp á ráð.
Tryggleiki innan Ríkisfelagsskapin
Hetta er alt, sum tað eigur at vera.
Ríkisfelagsskapurin tryggjar, at peningastovnar í Føroyum kunnu fáa lut í milliardunum frá danska statinum, um peningastovnarnir vilja tað, og gjøgnum lógliga valdu umboð Føroya fer kunning og samskifti fram, ið sjálvandi er í trúnaði.
Tá liðugt er, fer stjórnin at kunna almenningin í Danmark, og landsstýrið fer at kunna í almenningin í Føroyum.
Geylini úr andstøðumyrkrinum
Úr føroyska andstøðumyrkrinum hoyrast kortini geyl frá fólki, sum royna at mála eina ranga mynd av støðuni.
Sum ikki einaferð er tað ein limur í Tjóðveldi, ið kemur við atfinningum móti løgmanni og donsku stjórnini.
Bjørt Samuelsen knarrar um, at hon fær onki at vita um Bankapakka II. Eisini hevur hon ilt av, at hon ikki fær ávirkan á, hvussu 70-100 danskar milliardir skulu brúkast. Og í Útvarpinum hendan dagin róði hon fram undir, at bankapakkin eigur kanska ikki at galda fyri føroyskar peningastovnar, um ikki Bjørt Samuelsen og Tjóðveldi fáa ávirkan á hann.
Serliga hetta seinasta sigur nógv um ábyrgdarloysið hjá Tjóðveldi.
Flest øll munnu duga at síggja, at um Føroyar ikki verða fevndar av Bankapakka II, standa Føroyar nógv veikari í altjóða kreppuni.
Tjóðveldi vil rópa uttanfyri
Lat meg stutt minna á, at bæði í Føroyum og í Danmark stendur Tjóðveldi uttan fyri realpolitiska ávirkan.
Í Fólkatinginum hevur Tjóðveldi sum strategi at standa uttan fyri og rópa heldur enn at samstarva innanfyri.
Í Føroyum hevur Tjóðveldi klandrað seg út í andstøðumyrkrið. CHE-samgongan skrædnaði, tí samstarv við Tjóðveldi bar ikki til.
Júst í fíggjarmálum arbeiðir Tjóðveldi hart fyri, at Føroyar skulu ikki vera partur av danska fíggjarsektorinum og harvið ikki hava atgongd til donsku bankapakkarnar.
Tjóðveldi vil hava eitt tannleyst føroyskt fíggjareftirlit, hóast føroyski fíggjarsektorurin týðiliga hevur sagt, at tað er alt annað enn skilagott.
Føroysk áhugamál koma fremst
Kortini vil Tjóðveldi hava ávirkan á, hvussu danska lógarverkið verður samanskrúvað, og Bjørt Samuelsen vil sanniliga eisini sleppa at gera av, hvussu 70-100 milliardir úr danska statskassanum skulu brúkast.
Eg mundi sagt, at hetta er rættiliga ósmæðið.
Vit, sum fáa ávirkan á Bankapakka II gjøgnum ábyrgdarfult samstarv í Fólkatinginum, fara fyrst og fremst at hugsa um áhugamálini hjá borgarum í Føroyum, tá høvið býðst. Fremsta málið er, at Føroyar skulu standa væl, nú fíggjar- og búskaparkreppa merkist í landinum.