Um at miðla kristindómin

Hetta er evnið, sum verður viðgjørt á almennum pallborðsfundi í kirkjuhúsinum á Strondum hósdagin 14. mai, Kristi himmalsferðardag, kl.16.30.

Hetta er evnið, sum verður viðgjørt á almennum pallborðsfundi í kirkjuhúsinum á Strondum hósdagin 14. mai, Kristi himmalsferðardag, kl.16.30.

 

Fundurin er í samband við, at Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur aðalfund. Aðalfundurin byrjar kl.15.00.

 

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, leggur fyri at lýsa evnið. Tey, sum sita við pallborðið, eru Ann Dahl Hansen, sóknarprestur, Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari í Lívdini og Osvald Joensen, upptøkuleiðari.