Heri Mohr
Í skjótt 4 ár er júkað á okkum, at stuðulsveitingin (blokkurin) úr ríkiskassanum, væl og virðiliga markað til heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið, er orsøkin til, at tað føroyska samfelagið fór í fillur fyri 9 árum síðan, og at vit fara at vera verandi í fillum, um blokkskipanin ikki verður beind av vegnum ongantíð ov skjótt.
Tað hevur ikki staðið á at prógva, hvussu neyðugt hetta er, um okkara lívsfrælsi skal vera lív lagað og fuglurin Føniks fjøtraður og illa trevsaður kann sleppa úr fangabúri.
Sitandi landsstýri við táverandi, fyrrverandi og núverandi landsstýrismonnum hevur brúkt stórt tal av skattaborgaranna peningi til eina hetzferð, sum ikki hevur sín líka í Føroya søgu.
Men lat tað nú fara, verri er
1) at landsstýrið ikki við einum orði hevur greitt føroya fólki frá sakliga og objektivt, hvat blokkurin sambært lógum og viðtøkum, sum løgtingið hevur staðfest, og sum landsstýrið hevur sett í gildi, er ætlaður til. Skjøl um sundurliðing av blokkinum eru til skjals,
2) at løgtingið onki aðalorðaskifti hevur havt um niðurskurð og avtøku av blokkinum, og
3) at tað nógva av tí um blokkin, sum landsstýrið í skrift og talu so at siga hevur heilavaskað okkum við, má haldast at vera lítið eftirfarandi og í fleiri førum beinleiðis ósatt ella villeiðandi.
Fyri at undirbyggja pástandin undir petti 3 kunnu vit t.d. vísa til bóklingin »Frá heimastýri til fullveldi«, sum landsstýrið einaferð í fjør lat prenta í 16500 eintøkum, ella var tað kanska fyrraárið, lingurin er ikki dagfestur.
Niðast á síðu 23 er tilskilað: »Sum er senda sjúkrahúsini í Føroyum sjúklingar til Danmarkar í sambandi við ymiskar serviðgerðir. Hvussu við hesum rættindum, um Føroyar fara úr ríkinum? Hetta eru ikki tænastur, sum føroyingar fáa ókeypis. Føroysku sjúkrahúsini rinda fullan prís fyri bæði uppihald og viðgerð. Tí verður neyvan nøkur broyting á hesum øki«.
Til hetta er at siga, at fyri 1. januar 1988 var ongin játtan á løgtingsins fíggjarlóg til Ríkishospitalið, men frá 1988 at rokna kom blokkskipanin lutvíst í gildi, og tá varð upphæddin, sum Ríkishospitalið skuldi hava fyri sjúklingaviðgerð úr Føroyum, tikin við á løgtingsins fíggjarlóg, av tí at landskassans inntøkur til nevndu útreiðslur vóru (og eru) í blokkinum. Í 1988 við 22 milliónum og í ár við 37,5 milliónum.
Um landsstýrið ikki kann afturvísa og staðfesta, at tað, sum her er skrivað, er ósatt, kann føroya fólk av góðum grundum fara at ivast í trúvirði hjá teimum, ið hava skrivað umrødda bókling, og í hvussu stórum álvara hetta, at tað »er neyðugt, at fólk nágreiniliga vita, hvat hetta snýr seg um« (síðu 5) skal takast.
Á síðu 26 er tilskilað: »Blokkstuðulin er nú knappar 950 milliónir. Av hesum eru farnu árini millum 300 og 400 milliónir brúktar til rakstur av tí føroyska samfelagnum«. Og »Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd«.
Eisini her mugu vit halda okkum til tær lógir og viðtøkur (skjøl), sum blokkurin hevur støði í, og um landsstýrið ikki kann afturvísa, at blokkurin er ætlaður og greitt markaður til heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið og onki annað, og at ongin lógarheimild er at brúka 2/3 av blokkinum (600 milliónir) til samansparing, hevur tað eisini í hesum føri ein trupulleika av trúvirðinum mótvegis føroya fólki.
Kendi franski aðalmaðurin og humanisturin Michel de Montaigne (1533-1592) skrivar einastaðni í sínum Essays um at avsanna lygnir og um lygnarar (í danskari týðing):
»Det er en grim last at lyve, en last som en af de gamle beskriver som noget virkelig skamfuldt, når han siger, at det er vidnesbyrd om foragt for Gud og samtidig om frygt for menneskene? Det er umuligt at give tydeligere billede af, hvor rædselsfuld og umoralsk løgn er? Vi kommunikerer ene og alene ved hjælp af ord, og den der forfalsker ordet forråder samfundet. Ordet er det eneste redskab, vi har til at meddele vore ønsker og tanker, det er sjælens tolk. Hvis det svigter os, har vi ikke mere hold på hinanden, så kender vi ikke mere hinanden. Hvis det fører os bag lyset, bryder det alle forbindelser og kapper alle de bånd, der holder samfundet sammen? At lyve er virkelig en hæslig vane. Det eneste som gør os til mennesker og som knytter os sammen er ordet? Hvis løgn ligesom sandhed kun havde ét ansigt, ville vi være bedre stillet. Så ville vi nemlig anse det modsatte af hvad løgneren siger for rigtigt. Men sandhedens skyggeside har tusindvis af ansigter, og dens virkefelt er uendeligt«.
Lítil uggi er tað kanska at vita, at nevndu »skyggesider« kunnu liggja í lítlari fliðuskel, og sum kunnugt tolir hon lítið meira enn eina sápubløru, áðrenn hon søkkur, uttan mun til um floytt verður eftir ánna Thames ella Hoydalsá.