Um at koma á mál við spillavatni

Arbeiðið er komið á mál í 9 av 15 bygdum í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna skrivar í dag – nú málið um spillvatn aftur er komið á breddan – at býráðið, sum tók við hin 1. januar 2013, fyri 10 árum síðan, staðfesti, at alt ov lítið var gjørt við tað at fáa skil á málinum um spillivatn, serliga í mun til kunngerðina sum ásetti, at røkkast skuldi á mál tvey ár seinri – um ársskiftið 2014/15.

 

– Tøkniliga serfrøðin roknaði seg fram til, at kostnaðurin, av at fáa tamarhald á støðuni í teimum 15 bygdunum í kommununi helst fór at kosta einar 90 milliónir krónur, skrivar kommunan.

 

Ein heildarætlan varð tá gjørd og fráboðað var myndugleikunum, at hetta fór at taka nøkur ár, og at býráðið ætlaði at seta av á leið fimm milliónir krónur árliga til endamálið.

 

– Hendan ætlanin er fylgd, peningur er settur av á fíggjarætlanini á hvørjum ári, og nú fer at nærkast tí mótinum, at Runavíkar kommuna røkkur málinum. Endaliga á mál koma vit kortini ongantíð, tí ábøtur mega gerast á hvørjum ári í allari framtíð, serliga á brimplássunum, har uppgangurin fer illa við skipanini. Eitt nú í Æðuvík, Rituvík, Elduvík, Lamba og partvíst í Oyndarfirði, skrivar Runavíkar kommuna.

 

15 ætlanir vóru gjørdar fyri tær 15 bygdirnar, og nú er komið á mál á Skála, í Elduvík, Funningsfirði, Oyndarfirði, Rituvík, Søldarfirði, Æðuvík, Lamba og á Glyvrum. Arbeiðini hava verið boðin út millum staðbundnar verktakarar og tað hevur gingið væl.

 

##med2##

 

Í bygdunum á Skipanesi, Lambareiði, í Skálafirði og Funningi er enn nakað eftir at gera fyri at lúka øll krøvini.

 

Kommunan skrivar víðari, at tað at arbeiða við spillivatnsleiðingum er sum sagt áhaldandi arbeiði, og nú Fjøruvegurin verður gjørdur gjøgnum bygdirnar Glyvrar, Saltangará og Runavík er hetta eisini eitt gott høvi til at umleggja leiðingar og gera ábøtur.

 

##med3##

 

– Javnsvarandi hesum, at spillivatnsætlanin verður framd kring um í bygdunum, verða allar leiðingar, eisini spillivatnsleiðingarnar, skrásettar í talgildari skipan hjá kommununi.

 

– Sum áður nevnt hava tað serliga verið avbjóðingar á brimplássunum, og tá hevur verið neyðugt at gera umvælingar ella at velja aðrar loysnir, aftaná at spillivatnsverkætlanin annars var avgreidd, hetta er m.a. hent í Æðuvík, Rituvík og í Elduvík, skrivar Runavíkar kommuna, sum eisini hevur sett pengar av á fíggjarætlanini fyri 2023 til endamálið.