Um at javnseta økini í landinum og rættstundis umhugsni

Suðuroyarportalurin ringdi og spurdi: Tekur tú undir við eini lóg í eini verkfals-/verkbansstøðu, har økini í landinum verða javnsett? Tá svaraði eg, og helst fleiri við mær: Taki undir við at økini mugu javnsetast, men tað skal ikki gerast við lóg í eini arbeiðsósemju

Tjóðveldi hevur fingið formliga áheitan frá Suðuroyar Tjóðveldisfelag, eins og Sandoyar Tjóðveldisfelag alment hevur gjørt var við seg, um tað ólukkuligu støðu, at eitt møguligt verkfall ella verkbann, rakar økini í landinum so ójavnt. Samferðslan til bæði Suðuroyar, í Sandoynna og til Nólsoyar verður avskorin, og harvið verða hesi øki í minsta lagi tvífalt rakt av avleiðingunum av arbeiðssteðgi á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Havi eisini tosað við og samskift umvegis teldu við stórt tal av suðuroyingum, sandoyggjafólki og nólsoyingum.

Og tað er sjálvandi sera væl skiljandi, at fólk gera vart við seg og grundgeva greitt og klárt fyri hesum ójavna – og vísa á avleiðingarnar fyri vinnulív, fólk og familjur.

Tað er eisini upplagt, at Suðuroyarportalurin tekur málið upp og setur nøvn á teir politikarar, ið vilja lóggeva í eini verkfalsstøðu, soleiðis at skipini kunnu sigla.

Miðstaðarpolitikarar móti útjaðara?
Í slíkari støðu mugu vit eisini smyrja okkum við, at vit sum siga greitt nei til við lóg at fara inn í ein lógligan arbeiðssteðg, verða løgd undir at vera miðstaðarpolitikarar, sum ikki vilja hinum økjunum í landinum væl.

Meðan aðrir politikarar við landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum á odda, nú knappliga skulu vísa atgerðarmegi og siga seg vilja leggja lógaruppskot fram, tveir mánaðar eftir, at sáttmálarnir fóru úr gildi. Og tað er jú lætt at koma sum ketta burturúr høvdatrogi, fimm minuttir í tólv og lova eitthvørt. Vit kundu spurt, hvat forðar teimum í at gera tað í samgonguni, um tað er hetta sum landsstýrismaðurin vil?

Tori at siga við vissu, at landsstýrismaðurin og tey, sum siga seg stuðla honum í hesum, hava onki lógaruppskot klárt, soleiðis sum annars verður gyklað fólki fyri. Og tey bíta negl, um arbeiðssteðgur skuldi íkomið, tí so verður avdúkað, at onki lógaruppskot kemur um hetta. Tí hví er uppskotið so ikki lagt fram enn?

Ímeðan kunnu fólk so spyrja andstøðuna á tingi og onnur løgtingsfólk – heldur enn at spyrja løgmann og onnur í landsstýrinum, sum hava møguleikan at gera nakað veruligt við eitt slíkt mál. Vit kundu sjálvandi valt at svara uttanum, men svara, tá vit høviskliga verða spurd um eitt prinsippielt mál.

Skeiv adressa
Men adressan er altso skeiv. Málið um samráðingarrætt og verkfalsrætt á arbeiðsmarknaðinum, og hetta at javnseta økini í landinum viðvíkjandi samferðslu, skal loysast við samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn arbeiðssteðgur kemur í. Og í hesum føri er landsstýrið annar samráðingarparturin.

Núsitandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, Jóhan Dahl, hevur havt trý ár at loysa málið. Og undan honum hevur hansara samgonga við 21 tinglimum havt onnur fýra ár at fáa eina avtalu í lag – ella at lóggeva, um orð teirra skulu takast fyri fult,

Eftir seinastu arbeiðsósemju í 2003 –sum tá var á privata arbeiðsmarknaðinum – boðaðu allir flokkar frá, at hetta mál mátti loysast við samráðingum og málið var fleiri ferðir umrøtt á tingi. M.a. tók núverandi løgtingsformaður, Hergeir Nielsen, málið staðiliga fram.

Tá á fyrsta sinni ein 4-ára sáttmáli varð gjørdur á almenna arbeiðsmarknaðinum í 2006, vóru allir møguleikar til stundir at samráðast um ein so grundleggjandi spurning.

Tí sjálvsagt er tað so – eins og gjørt hevur verið á øðrum arbeiðsmarknaðarøkjum – at um fakfeløg ella fakbólkar skulu siga frá sær verkfalsrætt á einum øki, so krevur tað afturbering á annan hátt.

Men onki hevur verið gjørt í 8 ár. Her hevur á ongan hátt verið víst rættstundis umhugsni.

Skal loysast av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum
Og tí liggur málið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum nú og frameftir: Landsstýrið øðrumegin, ið hevur 20 tinglimir aftanfyri seg. Og feløgini, sum samráðast hinumegin.

Vit hava ta greiðu støðu, at fer annar samráðingarparturin, ið hevur tann valdsmøguleikan, inn við lóg í eina arbeiðsósemju, so er arbeiðsmarknaðurin og frælsi samráðingarrætturin syndraður. Tá verða avleiðingarnar djúptøknar og møguleikarnir fyri eini siviliseraðari loysn á so grundleggjandi spurningum, skotnir langt út í framtíðina.

Tí kunnu vit í Tjóðveldi sum andstøðuflokkur bert gera hetta:

Heita á partarnar um at finna samráðingarloysn, og heita á partarnar um at taka neyðugu atlitini til at javnseta økini í landinum í einum møguligum verkfalli/verkbanni. Partarnir hava øll amboð til tess.

Leggja uppskot til samtyktar fyri tingið um, at landsstýrið í “friðartíð” skal taka upp samráðingar við avvarðandi fakfeløg á bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum um at javnseta økini í landinum tá um samferðslu ræður, og fáa hetta málið loyst. Og tað vilja vit gera.