Um at fyrigeva hvørjum øðrum

Maria Jacobsen, Skopun
----
Tá eg læs hetta skriftstaðið, bleiv hetta so álvarsamt fyri meg, Hebra Kp. 12-15. Síggji til at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálka av henni.
Í Matt 18.22 og úteftir: Um tú hevur nakað í móti einum bróðuri ella systir, so má tú fara til viðkomandi og foreina teg við tann og av hjarta fyri­geva. Líkaleiðis, um eg havi ilt inni við nakran, so má eg fara til hann og í kærleika biða um fyrigeving. Tað má aldrin verða so, at tú sigur, at hann skal koma til tín fyrst, tí tú hevur rættin.
Verð tú tann sum fer fyrst. Lat einki verða, sum heldur tær aftur, gev upp og lat alt vera gloymt og byrja so eina nýggja síðu.
Jesus sigur, at tað eru tey eymjúku, sum hann gevur náði, men teimum stoltu stend­ur hann ímóti.
Matt. 5.23: Um tær kemur í hug, tá íð tú ber fram gávu tína á altarið, at bróður tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávur tína liggja á altarinum og fær og verð fyrst samdur við bróður tín, - kom so og ber fram gávur tínar. Verð skjótur til semju við mótpart tín, meðni tú enn er á vegnum við honum.
Tað stendur eisini í Matt. 18.23 – tað stendur um ein tærara, sum skyldaði harra sínum 10.000 denarar, men tá hann einki hevði at gjalda við, tókti harri hansara hjartaliga synd í honum og gav honum alla skuldina eftir. Men tá íð hesin tænarin fór út, hitti hann ein samtænara, ið skyldaði honum 100 denarar, hann legði hond á hann og tók um hvørkrarnar á honum og segði; “rinda tað tú skyldar mær” og hann læt hann seta fastan, inntil hann hevði goldið alt, sum hann skyldaði.
Tá harri hansara hoyrdi hetta, bleiv hann illur og segði, soleiðis skal eisini himm­alski faðir mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum. Jesur lærdi okkum “Faðri Vár”, har stendir “Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum synda ímóti okkum”. Hetta er álvar­samt, um vit ikki foreina okkum við næsta okkara, hvussu skulu vit vænta at vit fáa fyrigeving. Hvussu skulu vit lata hetta fara aftur við borðinum ella skulu vit gera nakað við hetta?