Palli Dalsgaard
At flyta stovnar út úr Havnini er eitt so gamalt mál, tað hevur spøkt so av og á í eina longri tíð. Tað ljóðar, at við at flyta ein stovn út á bygd, har lítið ella einki arbeiði er framman undan, kann henda flyting gera tað, at lív kemur aftur í viðkomandi pláss. At so verður er ógvuliga ivasamt. Við at flyta ein part av tí arbeiði, ið er í Havn, út úr býnum, er at gera høvuðsstaðin ógvuliga tannleysan. Havnin er sentrum í landinum, tað hevur hon altíð verið og kemu raltíð at vera. Nógv kann í dag útrættast pr. telefon, men vit sleppa ongantíð frá at verða noydd til at koma á gátt hjá teim allar flestu av hesum stovnum. Hvat við teim bygdum, sum ongan stovn fáa? Og hvat við teimum fólkum, sum arbeiða á hesum stovnum, sum skulu flytast? Nøkur kanska flyta við, men tey, sum ikki flyta, fara tey at fáa ta hjálp, tey møguliga fara at tørva?
Eitt afturat: Skal alt flytast út úr Havnini, so verður høvuðsstaður okkara sum eitt stórt Skarvanes og tá er lítið vunnið.