Um aling á Sandsvág

Eg sat ein dagin og lurtaði eftir Løgtingsmonnunum í útvarpaðum tingfundi.

Fyrispurningur var til Bjarna Djurholm frá løgtingsmonnunum í Sandoynni um aling á Sandsvág.

 

Eg sat ein dagin og lurtaði eftir Løgtingsmonnunum í útvarpaðum tingfundi.

Fyrispurningur var til Bjarna Djurholm frá løgtingsmonnunum í Sandoynni um aling á Sandsvág. Sum eg skilti, hevði Páll á Reynatúgvu verið eitt sindur bonskur, meðan hann rósti Eyðun Viderø upp um skýggj, fyri at vera fólkaligur í sínum fyrispurningi. At Eyðun Viderø er ein hampamaður tað vita vit øll, sum her búgva. Men hvis Bjarni Djurholm heldur hampuligheitina hjá Eyðun vera nokk hjá okkum at liva av, so haldi eg hann fer skeivur.

Nú haldi eg tað er tíð uppá hjá kommununum í Sandoynni at standa saman og krevja eitt aliloyvi her í oynni. Tit hava jú lagt hasa smoltstøðina í Skopun á eitt tað ringasta brimpláss í Føroyum, so tað er ongin vandi fyri at hava tað mesta úti á eini útoyggj.

Aliloyvini av Gomlurætt og víðari norður eftir eru klesjaði saman soleiðis at nú er sjúka komin í, og sær tað tíverri út, bara at forseta, tí er tað rætt at taka og tynna um tey har norði, og flyta eitt aliloyva suður á Sandsvág, hettar eiga vit krav uppá.

Hvat hava vit t.d. fingið burtur úr tilrigging av oljuni? ikki inn í eygað. Her á Sandi hevur tað verið soleiðis at fiskiskip hava komið higar at landa, og so kunnu fiskavirkir aðrastaðni frá fáa fiskasløg sum tey hava brúk fyri sendandi til sín.

Hettar vísir seg at fara og vera skjótt eftir seg, við tað at nú eru Havnarmenn farnir av álvara undir at gera eina landingarstøð í Havn ? bygdamenning um ein háls.

Eg havi fyrr skrivað um reinleika, streymviðurskifti og fjarstøðu og stendur alt inni á internótini.

Tað er soleiðis at fiskur hevur stert, so tað verður neyvan altíð at tað verður nokk av fiski til virkini.

Tí meti eg at vit eiga krav uppá at fáa eitt aliloyvi, so einaferð enn kommununar í oynni, standi saman, krevji tykkara rætt, verið samdir.

Tá fyrstani er kjansur til at fáa Sandoynna at verða liviliga bæði til gaman og álvara.