Um 350 fólk í 120 ára føðingardag

Leygardagin var 120 ára føðingardagur hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn í sambandi við at tvíburasystrarnar Tóta Sørensen og Oda Andreasen fyltu 60 ár.

Nógv fólk komu á gátt og talur vórðu hildnar. Umframt familju, vinir, og kenningar, komu eisini nógvir starvsfelagar og kundar hjá føðingardagsbørnunum.

Bæði Tóta og Oda kenna nógv fólk og koma í samband við nógv fólk í sínum arbeiði.

Báðar eru tær sjálvstøðugar vinnurekandi og arbeiða í sama grannalag í miðbýnum í Havn, Tóta sum frisør og Oda sum zoneterapeutur. Oda arbeiðir eisini sum pleygari á deild 6 á Landssjúkrahúsinum.