Premier League hevur sett sær sum mál, at byrja aftur 8. juni og avgreiða restina av kappingini upp á fimm vikur. Tað eru níggju umfør eftir. Bretsku mynduleikarnir hava longt undantaksstøðuna í sambandi við koronasmittuna fram til 7. mai. Verður byrjað 8. juni verður tað uttan áskoðarar.
Í dag skriva bretskir miðlar, at tað verða um 300 fólk, sum sleppa at verða á leikvøllinum, tá ein dystur verður spældur. Tað telur 40 spælarar, 32 venjarar og hjálparfólk frá feløgunum, 12 dómarar, millum seks til átta læknar og heilsustarvsfólk, trý umboð fyri Premier League og áleið 130 miðlafólk. Hetta talið broytist um dysturin verður sendur beinleiðis, tí tað krevur fleiri fleiri fólk.
Í Týsklandi bíða feløgini eftir heilsumynduleikinum. Feløgini hava boðað frá, at tey eru til reiðar at fara í gongd 9. mai, tá føroyskur fótbóltur eisini byrjar. Ráðgevingin í Týsklandi sigur sambært ítróttarsíðunum í Dailymail, at 98 fólk verða á og kring sjálvan vøllin. 115 verða á áskoðaraplássunum og 109 uttanfyri leikvøllin. Øll í arbeiðsørindum. Hartil verður mett, at upp til 70 verða í økinum, sum hava við sjónvarpsframleiðsluna.
Fleiri meldingar hava verið um, at spælarar skulu spæla í masku. Bæði týskir heilsumynduleikar og okkara egni Pál Wiehe, hava mælt til at spæla í masku. Heilsuráðgevingin hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, ráða nú til at banna spælum at spýta, meðan teir eru á vøllinum.











