Í gjárkvøldið var bindiklubbahugni á Eiðinum í Vági, og hóast ringt veður, savnaðust um 200 bindiklubbakvinnur. At kvinnur hittast í bindiklubbum er ikki óvanligt, men at 200 bindiklubbakvinnur savnast samstundis, er ikki gerandiskostur.
Hóast veðrið var ringt, og onkur tí settist aftur, ið skuldi koma úr norðaru helvt av Suðuroynni, so savnaðust nærum 200 bindiklubbakvinnur úr Suðuroynni á Eðinum í Vági í gjárkvøldið, har VB Hondbóltur skipaði fyri hugnakvøldi fyri bindiklubbakvinnum.
Á skránni var mótasýning við bundnum pløggum frá Suðuroyar Heimavirki, stórt sjálvtøkuborð, fyrilestur um binding og tónleikur. Og sjálvsagt var høvi eisini at práta.
Tað var Annika Skaalum, ið helt søguligan fyrilestur um binding og bindiklubbar í Føroyum. Fløguaktuella Evi Tommysdóttir Djurhuus sang, og tað vóru kvinnur úr hondbóltsliðnum hjá VB í Sunsetkappingini, ið gingu mótasýning.