Grindin, sum varð funnin í morgun eystan fyri Flesjarnar í Sumba, hevur nú lagt beinini.
Tað gekk væl at reka, og vestfjalla var, so undanstreymur var.
Grindin var hildin til um 14.30 tíðina í Vági, og meginparturin gjørdi landgongd. Men av tí at grindin gjørdi landgongd á vestara armi av vágni, har grótut er, tók drápið heldur longri tíð, enn um landgongdin var á sandinum.
Drápið gekk tó eftir umst5øðunum bæði skjótt og væl, og um 15-tíðina hevði alt lagt beinini.
Mett verður, at grindin er um 150 hval.
Einir 40-50 bátar tóku lut í rakstrinum og drápinum, og ein stór mannfjøld var á sandinum tó vóru nógv bert áskoðarar.
Nú verður so farið undir at merkja hvalirnar.










