Jørgen Niclasen, sum hevur verið formaður síðani 2007, hevur sum kunnugt boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur, eftir at hann mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður, tí hann varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Fólkaflokkurin hevur eina rættiliga sermerkta skipan at velja formann. Tað eru bara løgtings- og landsstýrisfólk floksins, sum kunnu veljast. Og fyri at kunna stilla upp, skalt tú hava fýra stillara, sum skulu verið løgtings- ella landsstýrisfólk. Og hvør stillari kann bara vera stillari hjá einum valevni. Tað merkir, at í mesta lagi tvey fólk kunnu stilla upp.
Og Fólkaflokkurin er ein rættur mannfólkaflokkur. Tí har eru 10 mans og ein kvinna, sum kunnu stilla upp. Og í floksleiðsluni, sum skal atkvøða um formansvalið, er tann sama einsamalla kvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og 26 menn, sum skulu atkvøða um nýggja formannin.
Í floksleiðsluni hjá Fólkaflokkinum eru umframt løgtings- og landsstýrisfólkini formenninir í øllum lokalfeløgunum umframt ein persón úr hvørjum felag.
Tey 27 fólkini eru sambært heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum hesi:
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, floksformaður
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Christian Andreasen, løgtingsmaður, formaður fyri tingbólkin
Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, løgtingskvinna
Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
Uni Rasmussen, løgtingsmaður
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Heðin Zachariasen, løgtingsmaður
Símun Gullaksen, Norðoya Fólkafloksfelag
Hallstein Jacobsen, Norðoya Fólkafloksfelag
Eyðun á Lakjuni, Eysturoyar Fólkafloksfelag
Michael Dalbø, Eysturoyar Fólkafloksfelag
Áki Olsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag
Bárður Poulsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag
Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen, Vága Fólkafloksfelag
Høgni Egilstoft Nielsen, Vága Fólkafloksfelag
Rói B. Poulsen, Havnar Framburðsfelag
Regin W. Dalsgaard, Havnar Framburðsfelag
Ingimar Thomsen, Sandoyar Fólkafloksfelag
Leif Krogh Mortensen, Sandoyar Fólkafloksfelag
Jóhan Eli Poulsen, Suðuroyar Fólkafloksfelag
Knútur Nygaard, Suðuroyar Fólkafloksfelag
Erling Mørkøre, Huxa
Eyðstein Zachariasen, Huxa