Um 1000 írar vitja

Longu sunnudagin byrjaði innrásin av írsku áskoðarunum, sum koma til Føroya at hyggja at dystinum millum Føroyar og Írland mikudagin

Landsdystur

Írsku áskoðararnir fara ivaleyst at seta sín dám á Tórsvølli mikukvøldið. Tá ið vit mánamorgunin fingu orðið á Ísak Mikladal, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, segði hann okkum, at okkurt um 1.000 írar vóru væntandi til dystin.
Ikki allir hava atgongumerki
Allir hesir mongu írarnir hava tó ikki atgongumerki til dystin, og spurningurin er so, um tað eydnast teimum at ogna sær nøkur av teimum atgongumerkjum, ið FSF fór undir at selja mánamorgunin. Tá vóru sløk 1.000 atgongumerkir eftir, men áhugin fyri teimum var stórur, og lítið man verða at ivast í, at Tórsvøllur verður so at siga fullsettur mikukvøldið, tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd.
Írska landsliðið skuldi eftir ætlan koma til Føroyar mánadagin seinnapartin um klokkan fimm við flogfari hjá Atlantsflog beinleiðis úr Dublin, men teir venja ikki fyrr enn týsdagin.
Fyrsta venjingin hjá írska landsliðnum í Føroyum verður týsdagin klokkan tólv á ovara vølli í Gundadali, og mikumorgunin, sjálvan dystardagin, verður vant á Tórsvølli klokkan tíggju. Hesar tíðir skulu tó takast við fyrivarni, tí broytingar kunnu verða gjørdar.