Krúnprinsurin kemur í summar til Klaksvíkar við sínum rennitiltakið Royal Run. Og í skrivandi stund er tað gott og væl eitt døgn síðani tíðindini bórust um hetta.
Og longu nú vísir tað seg, at tað vera nógv fólk í royalum rennitroyggjum hendan dagin, tí sambært luttakarlistanum á royalrun.dk, eru smá 1000 fólk, sum longu hava meldað seg til.
Krúnprinsurin sjálvur hevur eisini meldað til. Men hann er also ikki nummar eitt á luttakarlistanum, hóast ein vildi trúð tí. Nei, tað eru renniáhugaðu hjúnini í Klaksvík, Jonhard og Vera Larsen, sum meldaðu til fyrst og næst.









