Tað er ART sum setur hol á summarskránna, ið gongur undir heitinum Road Show 05. Sum virknasta rokkumhvørvið í landinum, hevur ART avgjørt, at summarið 2005 ikki skal vera keðiligt. Ætlanin er at hava tiltøk í býnum. Hesi tiltøk fevna um bæði tónleik og annað undirhald, sum kann fáa eitt sindur av futti í ungdómin í Havn.
The Headliners
Er eitt samanrenn av navnframu 48 Pages, tí vælumtøkta D J Switch og Andreas trummara (eisini við í The Story Ends og Fólkayvirlitið). Bólkurin spælir,sum tann fyrsti av sínum slag í Føroyum eitt sera spennandi bland av heavy, pop og scratch.
The Story Ends
Við sínum heilt egna og sermerkta tónleiki varta The Story Ends upp við einum Showi, sum ikki kennir sín líka her á landi.
Paradox
Sera virknu Paradox hava endiliga eina løtu fría, teir kunnu brúka í heimliga umhvørvinum.
Ineptus
Spildur spren nýggjur bólkur. Teir fimm ungu mennirnir hava spælt saman í eitt hálvt ár. Tað er fyrstu ferð, at teir trýna á pallin saman,við teirra harða rokki.
Jákup Eli
Við sínum sermerkta stíli hevur Jákup Eli áður undirhildið fjøldini.
Hesu ferð hevur hann lovað ikki at syngja for fúlar sangir. Men ætlar at finna nakrar av teim góðu gomlu klassikarunum fram.
Fólkayvirlitið
Ætlar sum ikki eina ferð at diska upp við einum showi, sum peikar frammeftir, í einum retroperspektivum upplivilsi. Sum teir siga: »Vit liva í einum kontrollsamfelag, tí mugu vit kýta okkum«.