Árliga mentanarnáttin í Keypmannahavn hevur alskyns tilboð, og so var eisini 10. oktober í ár. Stórbýurin bjóðaði innar og listafólk, donsk sum útlendsk, vístu síni kynstur og avrik.
Men eisini føroyingar spældu við. Føroyahúsið hevði mentanarkvøld og ljóðaði frágreiðingin innan kvøldið soleiðis: “... at uppliva fleiri føroysk mentanaravrik í Føroyahúsinum hettar kvøld. Í hesum sambandi verða fleiri kend og minni kend nøvn hálaði úr posanum. Borðreitt verður við sera breiðum úrvali av mentan, so øll fáa okkurt til sín smakk. Alt frá siðbundnum føroyskum dansi til klassiskan tónleik frá teimum miðevropeisku londunum og tvørtur um Atlantarhav, til meiri nýmótans jazz og ikki minst elektroniskan tónleik. Eisini verður høvi at uppliva filmar og tosa um bøkur í sambandi vid bókaframsýningina. Vert er at nevna, at føroysku tungurnar, sum hava búð í Danmark í longri tíð, fáa høvi at keypa føroyskt øl og turra fiskin, sum eru millum vørurnar, ið Føroyahúsið vanliga selur.”
Soleiðis ljóðaði lokkandi lýsingin hjá leiðaranum av Føroyahúsinum
Mentanarkvøldið í Føroyahúsinum hevði heitið ”Ullint Orð”, og Jensina Olsen skipaði fyri.
Vit lata myndirnar, sum Bogi Mouritsen tók mentanarnáttina, tala fyri seg.