Ullin ov illa gagnnýtt

Bjørt Samuelsen spyr Johan Dahl, um hann hevur nakað boð upp á, hvusu ullin kann tryggjast.

- Vit gagnnýta ikki nóg væl føroysku rávøruna, sigur Bjørt Samuelsen í grein 52 fyrispurningi um ull til Johan Dahl, Vinnumálaráðharra. 

Stórur partur av føroysku seyðaullini verður á hvørjum ári burturbeind. Í fjør vóru 40 tons av ull gagnnýtt, men í ár var talið einans seks tons.

 

Bjørt Samuelsen metir, at hetta er stórt spell fyri føroyska klædnaídnaðin, og vil tí vita, um landsstýrismaðurin hevur nakað boð upp á, hvussu rávørugrundarlagið undir hesi vinnuni, tað er ullin, kann tryggjast.

 

Hoyr samrøðuna við Bjørt Samuelsen, við at trýsta á pílin undir myndini.