Hugskotini at lokka náta, so fuglurin kann fáast í netið við fleygastongini, kunnu vera mong. Á hesi myndini, sum er tikin í Nólsoy tíðliga í dag, er tað Juul M. Jacobsen, vanliga róptur Ulliba, sum hevur fest sær tveir nátaveingir á hjálmin.
Ulliba hevur helst verið í bakkanum við fleygastongini í dag, og ivaleyst hevur hann hugsað, hvussu hann kann sleppa undan at sita við einum náta í hondini og veittra nátarnar, sum flúgva fram við, nærri, so hann røkkur teimum við stongini.
Hvaðani Ulliba hevur sítt uppfinnsemi, kann í fyrstu syfti vera trupult at gita, men hjá teimum, sum vita, at Ulliba er bróðir Marnar á Skúr, fellir kanska fimmoyrað fyri fleiri. Marnari plagar ikki at vanta hugskot, og hesi vanta eftir øllum at døma heldur ikki hjá Ulliba, soleiðis sum henda myndin vísir.
Viðhefta mynd er í dag at síggja á facebook-síðuni hjá nólsoyinginum, Jack Thomsen. Onkur viðmerkjari sigur seg vera sannførdan um, at Ulliba er fittur, men at hann eisini hevur "veingir", var viðkomandi ikki vitandi um.