Maud Julianna Næs
Hóskvøldið hoyrdist, at um veðurlíkindi vóru var farið til Dímunar. Kl. 5 morgunum eftir var útpurring, jú verðulíkindi vóru. Kl. 6 vóru allir menn møttir og farið var við tveimum útróðrarbátum "Biritu", hjá Signari Olsen og "Bodil ", hjá Pálli Poulsen og afturúr var oyggjabáturin sleipaður. Eitt náttúruundur lýsir upp fyri okkum umborð, meðan Vatndalsfossur dundrar í dýpið. Umleið 15 fólk eru á hvørjum báti. 3 konufólk eru við í dag. Ikki er vanligt at fleiri konurfólk eru við. Lítla Dímun er "mannfólkadomæne"... ein avbjóðing har dreingir gerast til menn, tá teir eru um fermingaraldur, eitt yvirgangsritualið, ein manndómsroynd.
Ov fáair av teimum royndastu monnunum, ið vanliga taka tung tøk, ið eru teir djarvastu oyggjarmenn, eru við í dag, og tað kemur eisini at vísa seg seinnri, sum dagurin líður. Fótbólstliðið Royn er á venjingarlegu í Íslandi, onkrir eru úti við trolara og aðrir landa norðanfjørs av teimum, ið vanliga reka í Dímun, og tað merkist seinnri á rættini.
Upp á oynna
Tá út er komið til Lítla Dímun, fara menn í oyggjabátin, sum tveir av teimum eldru nú rógva inn í Holið í Torvkletti. Ein frægur loypur fyrstur á land, síðani verður band lora út á bátin, soleiðis at lættari er at loypa aftaná. Jú, kyrt er í morgun. Og so gongur leiðin upp. Gingið verður eftir Hellini upp í Álkufløttar. Fyrst koma vit upp á Gráða Klett, so upp ígjøgnum stigan upp Múlagøtu upp undir Hamaran á Múlanum, har øll setast at renna møðina og fáa sær ábit.
Bratt er allastaðir í Lítla Dímun og á ávísum støðum eru sum nevnt stigar og kongar høgdir í bergið, eisini ketur og reip so komandi skal verða upp. Upp koma øll við taskum, fjallstavum o.ø.
Formaðurin skipar reksturin
Eliesar Poulsen er formaður í Lítlu Dímun, og hevur nú nógv ár á baki í hesum nevndarsessi. Á Múlanum skipar formaðurin fyri rekstrinum og hvar hvør skal vera. Plássið hjá Maluni, abbadóttur Olivur við Bakkhús og mær, Fuglastíggj, var plássið hjá Símuni í Nesi, sum Stein Næs, ið ikki var við hendan dagin, hevur arvað. Upp Fuglastíggj fara 12 manns, sum skulu reka Røkurnar og Kollin. Mín uppgáva var, at ongin seyður slapp upp nú reksturin var byrjaður. Hini eru ymsa staðni. Teir, ið byrja fara norður móti Stóra Dímun og á Halan, har reksturin byrjar og endar aftur. Tað vil siga at rikið verður runt oynna.
Rættin á Hellurókini
Seyðurin verður rikin á Hellurókina, men allur seyðurin er ikki komin i eitt fylgi og nakað væl gongur úti. Tó, sigur Eliesar Poulsen, at onkutíð hevur hilnast verri enn hesuferð. Áðrenn farið var undir ullaroytingina, so er ábit. Á Hellirókini er komið eitt gott hús, Jákupsastova, har 40 manns kunnu yvirnátta. Í dag sita øll úti, tí sólin skínur so fagurliga.
Rættin liggur norðanfyri og er, sum hon altíð hevur verið lagað úr gróti og gird í tríggar partar, so lættari skal verða at fáa fatur á ærnum og lombunum. Arbeiðið á rættini er býtt soleiðis, at nakrir taka ærnar og sleppa teimum í ytstu rættina har ullaroytiningin fer fram. Seyðurin stendur, meðan klippingin fer fram og tað eru 2 - 3 til hvønn seyðin, so tað gekk bæði skjótt og væl og virðiliga fyri seg. Nógvar vóru so snøgt og kreativt kliptar...at tær høvdu ikki smæðst burtur á G-festivalinum.
Lombini verða lyft úr rættini, har nakrir menn hava til uppgávu at marka tey og geva teimum heilivág, o.a. Ærnar, sum onki mark hava, fáa mark, hvør árgangur hevur felagsmark, og árgangin sær tann seyðakøni á tonnunum. Lombini eru ójøvn, tí hvalbingar hava sett nýtt við og tann seyðurin, teir hava sett við, er størri enn tann gamli. Lættari er at handfara gamla lambaslagið, tá neyðugt er at lyfta og bera frá rættini.
Stuttligt er at síggja, at øll hava sína uppgávu at røkja og hóast tað er tungt arbeiðið, er stemningurin lættur og skemtiligur. Mín uppgáva var løtt og gav eitt gott yvirlit yvir alt sum gekk fyri seg á rættini. Eg sat á einum stórun steini við eina rættarportrið og skuldi halda tal á seyðinum, ið fór út av rættini, so hvørt teir vóru lidnir við at royta og kilppa. Og - vakrar vóru tær á at líta, nýfriseraðar, spákandi so hábarsligar út í grøna síða grasinum, sólini og frælsið. Jú, seyðurin í Dímun sá gott út og hevur nærum ongin lús.
Ókyrt
Vanliga fara menn í bátarnar aftur á Tanganum, stutt norðan fyri rættina. Men ókyrt var, so vit sluppu ikki niður á Tangan. Mátti tí fara niður í Nevi, tað tók 1/2 til 1 tíma at ganga frá Hellurókini. Har bleiv eisini ókyrt, so neyðugt var, at tey síðstu 4 máttu loypa av Sundinum, teirra millum undirritaða.
Óløgið, ið gjørdi tað ómøguligt at koma av Nevinum, ið fylti helluna, ið vit høvdu staðið á við bládýpi og tók lambið, ið guðssonurin hevði borðið heilt av rættini, skelkaðu okkum í tann mun, at alt vit høvdu skemta allan dagin fall burtur og tøgnin og tann mátturin, ið fæst úr erva, legði seg yvir okkum, meðan vit gingu eftir hellini yvir á Sundi. Nú fór offurlambi, hevði ein eldri maður á bátinum sagt.
Tá vit komu í Sundi, sá onki serligt út. Onkur av okkum helt at betur var at ganga aftur til húsið í Álkufløttum, ið liggur við síðuna av gamla Hellinum. Húsið eitur nú Dímunarhúsið, og er so ótrúliga snøgt við gluggum, koyggjum, beinkjum, gassplátum og alt so snotuligt timburarbeiði.
So varð ikki, tí bønirnar innanifrá hoyrdist... og so slatnaði sjógvurin framman fyri Sundi, hóast tað breyt báðu meðna helluna. Menninir í bátinum róðu heilt inn at Sundinum, og ikki er tað vandaleyst. Frammi í gron stóðu menn klárir at taka ímóti, um lopið miseydnast og har liggja skúmgummimadrassir, soleiðis at ongin skal koma illa fyri. Tá fólki er komið í oyggjabátin, rógva teir tveir eldstu menninir okkum til "Biritu" og "Bodil" sleipar síðan oyggjabátin við róðursmonnunum heim aftur í bygdina.
Ringrásin
Sigast kann, at uppgávurnar hjá teimum 13 -14 ára gomlu í Dímun og teimum um pensiónsaldur líkjast. Dreingirnir byrja við teimum lættari uppgávunum. Plássið í Dímun og uppgávan hjá ungdóminum, ið mennist til mann, veksur alt eftir, hvussu maðurin roynist, og tá aldurdómurin spakuliga setur seg, broytast uppgávurnar samsvarandi, til mennirnir síggja og uppliva, at hetta er síðsti ferð uppi í Dímun. Tað heldur uppat av sær sjálvum, tí tá tú ikki sær væl meir ella ikki orkar at loypa ella koma upp oynna - er liðugt. Tað vísur seg at ringt er at sleppa endanum, tí teir ið ikki koma upp oynna meira, teir halda seg til, og eri so teir, ið eri í bátunum, har neyðugt eisini er at vera. Teir uppliva stemningin og spenningin, tá øll skulu umborð aftur, og teir uppliva mangan tvey ættarlið undan sær í oynni og minnast fleiri ættarlið frá tí tíð, tá teir voru dreingir og pápi og abbi og ætt teirra vóru í velmakt.
Túrurin inn í fagrastu sól. Havið, ið var grønblátt inni undir Dímun, er nú allskyns fagurt blátt og fjøll, heiðar, líður ballaðar inn í grønar litir, ið skapa so stóra fragd fyri eyga, sál og likam ... at ongi orð ið til eru, til fulnar kunnu lýsa slíkar løtur.
Eg hevði á orði, at tað var merkilig, at onki var gjørt fyri at fáa eina frægari lending á oynna. Tá hildu menn, at so var ongin sportur í hesum meira, og rætt er nokk tað. Lítla Dímun er ein sonn avbjóðing fyri mannfólk, og gevur teimum frið at verða í tí elementi, teirra náttúra hevur brúk fyri. Har er tað rástyrkið og dirvið tað snýr seg um, alt tað sum gjøgnum 1000 av árum var málistokkurin fyri rættir menn.
Framtíðar ævintýra perla
48 eigarar eri í Lítla Dímun. Allir eiga ?? gyllum. Ofta verða gyllirnar í somu slekt, ætt eftir ætt, heilt frá 1850, tá Hvalbingar keyptu oynna á uppboðið fyri 4820 rl. Til stuttleika kann eg nevna, at húsið hjá Johannusi á Hamri, oldurabba mínum átti 1 gyllum og hesin hevur verið í ættini síðan, og soleiðis er tað hjá so mongum av teimum, ið eiga í Lítla Dímun. Tað eru 20 ár síðani eg vitjaði oynna síðst og tíðuligt er, at framburðarmenn eiga oynna nú. Hellið er søga og Dímunarhúsið kann sammetast við eina og hvørja luksushyttu í Sweiss, so come on...hugarokið var óført um møguleikar, og hvør veit um ikki nakað av øllum verður veruleiki, um viljið er.
Tey konguligu vitjaðu í summar. Skilji ikki nú prins Fredrik, ið sigst skal hava so stórt mannsmót og tørv fyri avbjóðingum, ikki fekk ein dag í Lítla Dímun, har hann kundi roynt seg. Møguliga eitt hugskot framyvir til tey, ið skipa fyri konguligu vitjanunum í Føroyum. Bjóða báðum til Lítla Dímunar, næstu ferð tey vitja, so fáa tey nakað, ið ikki kann sammetast við nakað av øllum tí, tey kunnu keypa ella materiella ríkidømi tey eru umgyrd av.
Marni Hjalnafoss umboðandi Greengate Incoming og Edvard í Skorini umboðandi ferðavinnuna í Vágunum, úttalaðu seg í "Dagur og Viku" 26/7, um náttúrligar avbjóðingar til ferðafólk, ið er frálíkur hugburður.
Hvalbingar eiga eitt paradís úti í fjørðinum, sum fólk hevði goldið nógv fyri at uppliva um høvi beyðst. Tað at Lítla Dímun er ein avbjóðing bæði viðvíkjandi dirvi og styrki, er nakað øll ævintýraáhugað verða lokkaði av. Vinningurin er, at uppliva oynna og tað undurfagra útsýnið í Lítla Dímun ... sum um tú er, eins og Lílta Dímun ... mitt í Verðini og allur Heimurin lýsir upp fyri tær.