Komandi vikuskifti verður sokallaður ullafestivalur hildin í Saltum í Danmark. Hetta er aðru ferð, at festivalurin er 17. og 18. maj verður Uldfestival Saltum hildin á øðrum sinni. Ullfestivalurin verður sagdur, at verða tann størsti í Skandinavia.
Ullafestivalurin er ætlaður bindikonum, sniðgevum og øðrum ulla-áhugaum.
Á skránni eru fyrilestrar, workshops og sølutorg. Millum undirvísarnir eru rithøvundarnir handan nakrar av best umtóktu bindubókunum fyri tíðina.
Saltum liggur millum kendu frítíðarstøðini, Løkken og Blokhus.
Portalurin hevur ikki frætt um føroyska luttøku á festivalinum.