Ráðkvinnan í útbúgvingarmálum í Danmark, Ulla Tørnæs, hevur ætlanir um at niðurleggja 776 lestrarpláss.
Ulla Tørnæs sigur at tað eru ov nógvar útbúgvingar, ið bert føra til arbeiðsloysi eftir loknan lestur og tað má stjórnin nú gera okkurt við.
“Útbúgvingarnar eiga at fyrsta stig til eitt arbeiði, men vit síggja ov ofta, at tað øvugta ger seg galdandi”, sigur Ulla Tørnæs við Politiken. Hon sigur víðari, at hetta snýr seg ikki um at færri skulu fáa útbúgving, men at fleiri skulu útbúgvast við starvsmøguleikum eftir lesnað.
Tað er serliga yrkisútbúgvinar, ið merkja høggið hesuferð.
Harald Mikkelsen, ið er formaður á Danske Proffesionshøjskoler, sigur, at hann visti av, at ein evaluering bleiv gjørd av skipanini, men hetta kom óvart á hann.