Føroysk ull kann brúkast til annað klæði. Far ein túr í hagan við børnunum og samla lesull til ókeypis jólatilfar. Samstundis gjørt tú fuglum og náttúru eina tænastu.
--
Jólalig lesull
Stjørnur: Klipp eina stjørnu úr hørðum pappi. Legg ull um, og heft hana við at vinda reytt tógv um.
Kransur: Keyp eitt krans úr bambus. Legg ull um, og heft hana við reyðum
tógvi.
Bæði stjørnur og kransur eru vælegnað at pynta við úti.
--
Unikir lampuskermar
Smáu lampuskermarnir eru bundnir úr tvítráðaðum føroyskum tógvi. Kasta 20 eygu uppá stokkar nummar 20 og bind 14 umfør stiklavond. Seyma saman til eitt lítið rør. Drag stáltráð um annan endan, og bind um fatningin á peruni á ljósketuni. Bara hugflogið setur markið. Tú kanst brúka størri stokkar, øðrvísi litir ella annað slag av tógvi. Ljósketur við kámum perum
rigga væl, tí perurnar verða ikki ov heitur.
--