Ukreinsk málrøkt

Ukreina, ikki Ukra-ine!

Eyðun á Borg
eydun.a.borg@skulin.fo

Í okkara fótbóltsbólki er eitt land, sum eitur Ukreina (appilsingul kollvelting)!
Ein ukreini býr í Ukreina; hann er ukreinskur og tosar ukreinskt!
Í Bretlandi siga tey Júkreyn, í Noregi og Svøríki siga tey Ukreina, men í Føroyum eru nógv, sum siga Ukra-ine! Hví? Jú, tí danir siga tað!Ukra-ine (ella Ukra-ina) er ikki rættur føroyskur framburður (úttala)!
Altso: UKREINA, sum tað stendur á tí føroyska landakortinum!
Meira um landanøvn seinni!
E.S! Er tað langt síðani, tú hoyrdi orðið, stadigvekk?