Ukreinar búgva í Ukreina – ikki: ukra-inar búgva í Ukra-ina

Eyðun á Borg
-----

KRINGVARPIÐ: Fyri nøk­rum døgum síðani søgdu flestu kringvarpsfólk UKREINA.
Knappliga kom broyting í, og nú siga mestsum øll UKRA-INA, eisini málsligir drangar. Sjónvarpið, sum hevði skrivað og sagt UKREINAR og UKREINA á føroyskum, fór knappliga at skriva og siga UKRA(-)INAR og UKRA(-)INA!?!
Man hatta vera partur av mótmálkollveltingini, sum nú ger vart við seg?
Samstundis sum hatta landsnavnið verður broytt, so tað líkist meir donskum, hoyrast hesi landanøvn í vørpunum: Grekenland, Turkí­ið, Polen, Italien, Ukra-ine, Ukrine o.s.fr. Tað ger kanska minni, man mál­hug­burðurin nú vera!?
Fjølmiðlafólk! Standið nú stinn og brúkið EI-út­tal­una!
E.S.: Størstan týdn­ing hevur tað tó at sýna ukrein­um og Ukreina samhuga, nú heimsveldistráandi land ger seg inn á Ukreina!
Ætlar Føroya landsstýri veruliga at knýta tættari samband við lond sum Russ­land og Kina??

Við mál- og landakvøðu
á Borg á Argjum í gøsól 2014