Hóast onkrir (serliga JV) lutvíst framvegis koyrdu í sama, óhepna spori, so var gott at hoyra okkara politisku leiðarar tosa greitt í Breddanum í morgun. Ikki minst Jenis var góður og greiður: Nú skulu vit standa saman við Vesturheiminum tá tað kemur til sanktiónir!
Men kanska vit eisini kundu gjørt nakað annað: Kanska vit kundu sagt JA til at tippa tað holið í radarayvirlitinum hjá NATO, sum myndin sýnir.
##med2##
Kanska vit kundu sett rímilig, pragmatisk, realistisk krøv, so sum fult innlit, størri ábyrgd og at føroyingar skulu seta upp og reka radaran.
Og kanska ávísir flokkar kundu STEÐGA hesi plátuni:
"Radarin er ein ætlan hjá Danmark at brúka Føroyar sum handilsvøru, og tjena milliardir uppá tað".
"Danmark brúkar Føroyar til at spara pengar í hesum málinum. Einki annað"
"Skal radarin upp, skulu vit hava nógvar pengar afturfyri".
"Vit kunnu selja radaramyndirnar til onnur".
"Vit mugu ikki provokera Russland".
"Føroyar hava ongar fíggindar".
"Vit skulu hava eina fríhandilsavtalu við ES afturfyri."
"Skal radarin upp, er treytin, at tað skal tað gerast í samstarvi við Bretland og USA - ikki Danmark."
Kanska vit, nú í hesum sannleikans tíma, kundu sagt: JA! Vit vilja geva okkara lítla íkast til Vesturheimin og ta samgongu, sum verjir okkum.