Bogi Eliasen
Cand.scient.pol
?????????
Seinastu vikurnar hevur Ukreina verið á breddanum, eftir at russiskt stuðlaða forsetavalevni fyrst formliga vann valið. Men bæði altjóða valeygleiðarar og ukreinska andstøðan vístu á, at munandi valsvik varð framt undir seinasta júst farna forsetavali millu teir báðar Viktor Janukovitjs og Justjensko. Tað sum síðan er komið fram í okkara vesturlendsku fjølmiðlum, hevur líkst einum handriti til ein James Bond film. Ikki bert hevur sitandi stjórnin roynt at hildið fast um valdið, men møguliga eisini roynt at dripið valevnið, sum hótti við at vinna valið. Eystur -Vestur, sum vit minnast tað frá kalda krígnum, var mestum frammi aftur. Russ-land stuðlar tí sitandi russiskt vinarligu stjórnini, meðan vestanlondini søgdu valsvikið vera ov umfatandi til at góðtaka. Fólksligi uppreisturin í Vesturukreina hevur fingið stóra undirtøku frá vesturlendsku londunum og leiddi tankarnar aftur á 1989, tá Jarntjaldið fall. Vit hava tó ikki hoyrt so nógv til eysturpartin, bert at har er stórur meiriluti fyri Viktor Janokovitjs, og at parturin hevur ført fram, at tey vilja hava eitt slag av sjálvstýri, um ikki teirra valevni vinnur. Hetta bleiv skjótt yvirtulkað til at Eysturukrainar vildu hava loysing. Í Eysturukreina býr meginparturin av russunum, sum búgva í Ukreina. Ein partur av hesum hava russiskt sum móðurmál og eru tætt knýtt at russiskari mentan.
ST-limur uttan fullveldi
Politiska elitan, sum ikki fekk sín vilja uttan stríð hesa ferð, hevur sitið við valdið at kalla síðan landið bleiv fullveldi. Her var Ukreina í tí støðu, at tað var limur í ST uttan at verða fullveldi. Tá ST bleiv sett á stovn, gjørdust Hvítarussland og Ukreina eisini limir. Sovjet var á pappírinum eitt samveldi millum lýðveldi og tí kravdi Sovjet fullan limaskap fyri øll lýðveldini, helst fyri at Sovjet kundi hava størri atkvøðuvald. Vesturlondini gingu tó bert við til, at Hvítarussland og Ukreina blivu viðurkend. Hetta er eitt av dømunum um, at altjóða lóg í stóran mun er ein spurningar um vilja og samráðingar, sum eisini víst verður á í nýliga útkomnu bókini "The Right to National Self-Determination, the Faroe Islands and Greenland".
Eitran
Ukreinska orrustan hevur ikki verið minni spennandi av, at andstøðuvalevni Jusjtjenko brádliga gjørdist álvarsliga sjúkur og at kalla misháttur hevur koyrt restina av valstríðnum. Læknar hansara í Wien hava ført fram, at hann var vorðin eitraður við dioksini, helst við tí endamálið at myrða hann, meðan ein russiskur lækni vil verða við, at dioksin ikki virkar soleiðis.
Sjálvt her, í vanligu læknavísindini, sær út til at partarnir stríðast um at eiga fjølmiðlaviðrákið. Vit uttan innlit í læknaheimin, halda at læknavísindin er um neutral fakta, men tað tykist løgið at læknarnir í Eysturríki hava eina diagnosu sum tænir vesturlendska veinginum, meðan russiski læknin hevur eina niðurstøðu, sum stuðlar uppundir tað meira russiskt vinarliga forstetavalevnið.
Fregnartænastan?
Ert tað hald í søgunum um at Jusjtjenko bleiv sjúkur eftir ein døgurða við fregnartænastuna, fær hetta óttan fram. Er tað veruliga soleiðis, at fregnartænastan ger av við ein toppolitikkara í einum evropeiskum landi? Um so er, hví? Ukreina var, kanska saman við Hvítarusslandi, tað landið sum var tættast knýtt at Sovjet. Landið er ikki blivið demokratisera og nýmótansgjørt í serliga stóran mun. Stórir trupulleikar eru við skipaðum brotsmannaliðum og veldum, eins og serliga eysturparturin enn tykiskt at vera í einari russiskt/ sovjetiskari skipan. Landið hevur havt nógv stríð av at liberalisera og einskilja, uttan at serliga nógv er komið burturúr.
Hugsast kann at fregnartænastan sjálv ikki hevur áhuga í at landið fer ov langt vestureftur. Eingin ivi er um, at fregnartænastur í eini sovjet/russiskari skipan hava munandi størri rásarúm, enn í eini evropeiskari skipan, tí kann fregnartænastan sjálv hava havt áhuga í at beina Jusjtjenko av vegnum.
Kuchma?
Hinvegin kann núverandi forsetin Kuchma, eisini hava havt ein fingur við í spælinum, til tess at tryggja sínum krúnprinsi, og helst eisini sær sjálvum valdið aftaná valið. Afturat hesum hevur Russland blandað seg nógv upp í hetta valið, og beinleiðis stuðla Kuchma og Janukovitjs. Hetta er ikki vanligt millum lond í dag.
Rusland var ógvuliga skjótt til at viðurkenna Janukovitjs sum vinnaran, hóast valeygleiðarar vístu á munandi óreglusemi, og sjálvt Putin setti sína æru uppá spæl. ES og vestanlondi hinvegin góðkendu ikki valið, og høvdu kanska betri hug at stuðla andstøðuni.
Ukreinska fólki talar
Innan fólkaræði hevur verið sera spennandi at fylgt við støðuni í Ukreina seinastu vikurnar. Tí tað sum í mínum eygum veruliga er hent, er at ein stórur partur av fólkinum í felag hevur sagt stopp, hetta ber ikki til, og friðarliga gjørt vart við sína ónøgd. Hetta ber til, tá ein nóg stórur partur av fólkinum ger hetta og ikki tekur undir við stýrinum. Tá ein bólkur uppá t.d. 400.000 fólk saman vísur sína ónøgt, er bólkurin ov stórur til at løgregla ella herður kann gera nakað. Tí kann sigast, at støddin verjir tann einstaka og ger tað møguligt í felag friðarliga at seta seg ímóti landsins valdi. Í hesum førinum hildu fólkini á, eins og at andsstøðan hevur verið sera dugnalig at leggja til rættis mótmælini. Fólk, sum kenna Ukreina væl, meta at valsvikið var dropin sum fekk bikari at flóta yvir, og at einki ynski var um at halda áfram við kósini hjá stjórnini. Talan er heldur um eitt frával av sitandi stjórn og forseta, og frávæl frá at halda fram í einari russiskari skipan, heldur enn at talan er um at Ukreina kastar seg í føvningin á ES. Broytingin og mótmælini eru tí ikki ein topstýrd elituætlan, men heldur ein fólksins vilji, sum saman á gøtuni hava brúkt felags valdið sum borgarar í landinum, til at fara úr russiska lógvanum til at vera eitt sentralevropeiskt land.
Tað tó ein fragd at síggja, at Ukreinar, hóast óvandir við demokrati, í eini harðari stríðstøðu megna at gera eina tjóðskaparliga semju, soleiðis at andstøðan fær sítt ynski um umval, meðan sitandi forsetin fær sítt ynski um at avmarka valdið í forsetaembætinum. Hetta má sigast at verða ein tjóðskaparlig semja millum stríðspartarnar, sum bjargar Ukreina frá eini stríði, sum í ringasta føri skilti landið sundur í tveir partar..
Sjálvsavgerðarrætturin
Søgan, støðan og ukreinski veruleikin er eitt dømi um, hví sjálvsavgerðarrætturin er so ringur at fáast við í altjóða høpi. Við føroyskum eygum er hetta fyribrygdi ikki so torskilt, vit hava eitt fólk, egið mál, mentan, avmarkað landaøki og eru ein eind, umframt at vit eru fjarskotin frá miðveldinum. Fingu Føroyar fullveldi, verður talan ikki um eitt samanhangandi land sum fer í tvíningar, men ein partur av ríkinum, sum tekur seg burturúr. Soleiðis er ikki við Ukreina. Landamørkini eru ofta vorðin flutt, landið hevur søguliga hoyrt til ymisk lond, umframt at tey eru fleiri fólkasløg. Har afturat er Krimhálvoyggin, sum hevur ein serstatus og longu hevur roynt at tikið loysing frá Ukreina.
Fer Eysturukreina at krevja serstøðu, vilja krimbúgvar hava meira, og kanska onkur annar minniluta bólkur eisini vil. Alt Eysturevropa er fult av samansettum londum, tí er bara orðið sjálvsavgerðarrættur eitt ræðuorð, tí størru londini síggja fyri sær, at so verða øll lond við fleiri fólkasløgum pettað sundur. Tó tykist tað, sum tað bert var politiska elitan í Eysturukreina, sum er sett av forsetanum, ið ynskir serstøðu. Talan tykiskt ikki at vera eitt breitt ynski millum vanliga fólki í Eysturukreina.
Hóttanin frá politikkarum í Eysturukreina um sjálvstýri, er nóg mikið at fáa óttan fram hjá nógvum av heimsins londum, serliga teim um hava fleiri fólkabólkar innan fyri sínar landoddar. Fyri teim verður hetta brúkt sum eitt dømi, um at sjálvsavgerðarrætturin ikki skal verða ov liberalur, tí so fáa vit alt ov nógv lond og stríð. Tað er hesin hugsunarhátturin um sjálvsavgerðarrætt, sum hevur gjørt tað so trupult hjá Føroyum, at fáa viðhald frá ST ella øðrum londum til at staðfesta Føroyum henda rætt. Hetta sjávt um okkara støða er ein heilt onnur. Havi sjálvur verið partur av einum kjakfundi um hetta evnið, har danski politikkarin Svend Auken segði, at sjálvandi kundi Danmark ikki bara staðfesta Føroyum sjálvsavgerðarrætt, tí hvat høvdu baskararnir so ikki gjørt? Tí krevst ein nýhugsan um sjálvsavgerðarrætt, har m.a. atlit verða tikin til fjarskotin oyggjarsamfeløg, sum okkara, so okkara rættur ikki skal tengjast at m.a. tílíkum valdsstríði, sum vit í dag síggja í Ukreina.
Munurin millum eystur og vestur í Ukreina er stórur. Men metingin er ikki, at landið fer í tvíningar av verðandi orrustuni. Talan er heldur um at fólkið vil flyta seg úr russiska skugganum og inn í eina bjartari miðevropiska framtíð. Verður talan um nakað stríð um loysing, er tað heldur Krim, sum sær sær hendan møguleikan nú, meðan politiska skipanin hevur hesa hørðu orrustuna, og gera sær dælt av tí.