Ukrainskur spælari til 07 Vestur

07 Vestur styrkir seg við ukreinskum miðvallara

Í dag hevur 07 Vestur styrkt seg við Kyrylo Silich, sum er ein framrættaður spælari úr Ukraina. 27-ára gamli Kyrylo Silich, ella Kira, sum hann verður róptur, kemur til 07 Vestur frá Jonava, ið er besta deildini í Litava, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur.

 

Kira er uppvaksin í ungdómsdeildunum hjá Odessa í Ukraina. Hann er lámur og framrættaður miðvallari, sum eisini kann spæla í álopinum, verður sagt úr Sørvági.

 

Seinastu árini hevur hann spæla í fremstu røð í Estlandi, Lettlandi og Litava, haðani hann kemur nú. Áðrenn tað, hevur hann spæla í heimligu kappingini. Í Lettlandi hevur hann vunnið steypakappingina. Við Sillamäe úr Estlandi, hevur hann eisini spælt í Europa League.

 

Best hevur hilnast hjá Kyrylo Silich árini frá 2014 til 2016, tá hann spældi fyri Sillamae Kalev í Estlandi. Í estlendskum fótbólti er Kyrylo Silich skrásettur fyri 39 dystir og 9 mál í bestu deildini, umframt at Kyrylo Silich eisini legði upp til 12 mál har. 

 

Úr 07 Vestur verður mett, at Kyrylo Silich verður ein góður styrkur hjá 07 Vestur, sum hevur mist spælarar sum Holgar Durhuus og Søren Pedersen frá í fjør.