- At Ukraina verður limur í verjusamgonguni Nato mitt í einum kríggi, er ikki á dagsskránni.
Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg sambært tíðindastovuni, Reuters.
Ukraina hevur mótvegis sínum sameindu lagt áherðslu á at fáa limaskap í ES og Nato.
Í september í fjør læt Ukraina í skundi inn eina umsókn um limaskap í verjusamgonguni.
Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur fleiri ferðir sagt seg vilja stuðla Ukraina í at gerast limur.
Sum skilst, er hetta ikki eitt mál, sum er á dagsskránni beint í løtuni, men liggur nakað frammi í tíðini.