Ukrainskur flóttarmaður dømir Breiðablik-Budocnost

Ukrainskur dómari sum er flýddur til Týsklands dømir Europa Conference League dyst í Kópavogi í kvøld

Klokkan 20.15 í kvøld verður dystur í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League millum Breiðablik og Budocnost í Kópavogi.

 

Tað heilt serliga við dystinum er, at ukrainski dómarin sum dømir dystin, Denys Shurman er flóttarmaður.

 

Saman við familjuni flýddi Denys Shurman til Týsklands, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri skjótt hálvum ári síðani. 

 

Patrick Ittrich, ið dømir dystir í Bundesliguni hevur tikið sær væl av Denys Shurman og familju hansara.

 

Denys Shurman sigur seg vóna, at kríggið í Ukraina skjótt fær ein enda, so hann og familjan kunnu venda heimaftur.

 

Denys Shurman er glaður fyri at kunna døma fótbóltsdystir, tí tað gevur honum eitt frírúm at hugsa um annað enn kríggið í Ukraina. 

 

Denys Shurman hevur týskar hjálpardómarar og fjórða dómara við sær til dystin í Kópavogi í kvøld. Teir eru Eduard Beitinger, Dominik Schaal og Daniel Schlager.