Ukrainskur dómari dømir Andorra-Føroyar (U21)

36 ára gamli, Denys Shurman verður fyrsti dómari í Andorra La Vella í kvøld

Tað verður 36 ára gamli ukrainin, Denys Shurman sum verður fyrsti dómari til U21 EM-undankappingardystin millum Andorra og Føroyar, ið byrjar klokkan 19 í kvøld í Andorra La Vella.

 

Denys Shurman hevur dømt altjóða dystir síðani 2018, so talan er um ein dómara við fitt av altjóða royndum.

 

Denys Shurman var fjórði dómari, tá føroyska A-landsliðið tapti 1-3 til Eysturríki í einum HM-undankappingardysti á Ernst Happel leikvøllinum í Wien 28. mars í 2021. 

 

ANDORRA U21 - FØROYAR U21 | Undanbólkur G

Dómari: Denys Shurman UKR

Hjálpardómari 1: Valentyn Kutsev UKR

Hjálpardómari 2: Viktor Matyash UKR

Fjórði dómari: Dmytro Panchyshyn UKR

UEFA dómaraeygleiðari: Giorgi Vadachkoria GEO

UEFA umboð: Marvin Robinson ENG