(Kiev, Ukraina): Eftir at Ukraina tapti fyri Skotlandi í EM-undankappingini leygardagin, eru møguleikarnir hjá landinum at sleppa við til EM-endaspælið næsta summar farnir.
Landsliðsvenjarin Oleg Blokhin hevur sagt, at um hann ikki megnaði at føra liðið til endaspælið, so vildi hann lata venjarasessin til annan mann. Men tað heldur stóra stjørnan á landsliðnum, Andrej Shevchenko, er eitt vánaligt hugskot.
- Landsliðsvenjarin hevur einki einsamallur ábyrgdina av, at vit ikki koma víðari frá bólkinum. Blokhi er maðurin aftanfyri størsta avrikið í ukrainskari fótbóltssøgu við fjórðingsfinaluni í HM, og eg vóni, at hann heldur fram sum landsliðsvenjari, sigur Shevchenko undan dystinum ímóti Føroyum mikudagin.
Aðrir spælarar eru ikki eins sannførdir um dygdirnar hjá Blokhi, og Liverpool-spælarin Andrej Voronin heldur, at Blokhin bert hevur virðing fyri júst Shevchenko.