Ukrainski herurin stríðst móti russiskum deildum nærindis Kijev

Putin er ikki nøgdur við avrikið hjá russiska herinum, sigur bretski verjumálaráðharrin

 

Ukrainsku myndugleikarnir rokna við, at russiskir stríðsvognar fara at leypa á høvuðsstaðin Kijev í dag. - Foto: Umit Bektas/Reuters/Ritzau Scanpix

Ukrainski herurin upplýsir í morgun, at hann er í bardaga við russiskar deildir uttan fyri høvuðsstaðin Kijev. Tað skrivar AFP.

Spreingingar og skotríður hoyrdust í einum av norðaru pørtunum, skrivar tíðindafólk hjá fronsku tíðindastovuni AFP.

AFP skrivar, at fólk leitaðu í skjól í Obolonsky-økinum í Kijev.

Ukrainsku myndugleikarnir vænta, at russiskir stríðsvognar vilja loypa á sjálvan Kijev seinni í dag. Á heimasíðuni hjá ukrainska herinum vera sivil eggja til at gera mótstøðu.

– Vit heita á borgarar um at upplýsa okkum um herdeildir og at framleiða Molotov-coctails og neutralisera fíggindan, stendur í eggjanini.

EIn ráðgevi hjá ukrainska innanríkisráðharranum, Anton Herasjtjenko, sigur við The Guardian, at skotið verður eftir russiskum stríðsvognum við antipansara-rakettum. Eitt vápnaslag, sum Ukraina fyri stuttum hevur fingið frá sínum sameindu.

Eisini ukrainska verjumálaráðið væntar eitt álop á Kijev í dag.

Ráðið upplýsir, at landsins stjórnardeildir stríðast á fýra hermótum allan vegin kring býin.

Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at fimm ukrainsk krígsflogfor og ein tyrla eins og fleiri dronur eru skotin niður av russiska herinum undir álopinum á Ukraina.

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, sigur í dag við Sky News, at Russland hevur sum ætlan at taka alt Ukraina.

– Tað er greitt okkara fatan, at russarar vilja taka alt Ukraina, sigur hann.

Wallace leggur afturat, at russiski leiðarin Vladimir Putin hevur tikið feil og helt, at ukrainar vildu stuðla russisku innrásini tí teir vilja verða »fríaðir«.

Og so sigur bretski ráðharrin eisini, at russisku hermenninir hava møtt óvæntaðari mótstøðu:

– Russiski herurin hevur ikki livað upp til væntanirnar og týdningarmesta málið hjá herinum á degi eitt, sigur hann.

Sambært Wallace hevur Russland mist 450 mans higartil.

Í París hevur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Yves Le Drian, sagt, at »Putin vil sópa Ukraina av landakortinum«. Hann leggur afturat, at Frankaríki óttast fyri trygdini hjá ukranska forsetanum, Volodimir Zelenskij.

– Frankaríki óttast eisini eitt møguligt russiskt álop á Moldova og Georgia, sigur hann.

/ritzau/AFP

 

Ukrainsku myndugleikarnir rokna við, at russiskir stríðsvognar fara at leypa á høvuðsstaðin Kijev í dag. - Foto: Umit Bektas/Reuters/Ritzau Scanpix

Ukrainsku myndugleikarnir rokna við, at russiskir stríðsvognar fara at leypa á høvuðsstaðin Kijev í dag. - Foto: Efrem Lukatsky/Ritzau Scanpix