- Í dag hevur verjusamgongan Nato givið grønt ljós til víðari bumbing av ukrainskum býum og bygdum við at sýta fyri at steingja loftrúmið yvir Ukraina.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari talu til ukrainska fólkið í dag, og tað er statsliga tíðindatænastan, Ukrinform, sum ber tíðindini.
Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, segði fyrr í dag, at verjusamgongan vil ikki taka hetta stig móti russisku álopunum í Ukraina.
- Hetta er kríggið hjá Vladimir Putin, segði hann í samband við ein fund millum uttanríkisráðharrarnar í Nato-londunum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur heitt á Nato um at seta í verk flogbann yvir Ukraina, men hetta stig vil Nato ikki taka.
- Tit kundu havt stongt himmalin, men... eg veit ikki, hvønn tit kunnu verja - um tit kunnu verja londini í verjusamgonguni, segði ein vónsvikin forseti, tá hann umrøddi eitt felags Evropa, felags frælsi og eina felags framtíð.
Grundgevingarnar hjá Jens Stoltenberg og Nato-londunum eru, at kríggið, sum er í Ukraina í dag, ikki skal spjaða seg út um Ukraina.
- Hetta hevði verið enn verri, enn meira oyðileggjandi, og hetta hevði skapt enn fleiri menniskjansligar líðingar, segði aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, við tíðindafólk í Bússel í dag.
Nato-aðalskrivarin segði eisini, at einasti máti at syrgja fyri einum flogbanni yvir Ukraina, hevði verið at sent stríðsflogfør avstað, og hann segði seg stúra fyri, at hetta kundi ført stórar partar av Evropa út í eitt kríggj.
- Vit koma tískil ikki inn í Ukraina, hvørki eftir landi, ei heldur í luftini, segði ein avgjørdur, Jens Stoltenberg í dag, samstundis sum hann heitti á Vladimir Putin um at taka hermegina aftur og enda kríggið í Ukraina.
##med2##