Ukrainskar skúlabøkur á Snar

Nám hevur í samstarvi við ukrainska forlagið Ranok Publishing House lagt ukrainskar skúlabøkur á Snar. 

Talan er um tær mest týðandi skúlabøkurnar til næmingar í fólkaskúlanum, so at ukrainskir næmingar kunnu halda fram við undirvísing, tá ið tey eru komin til Føroya. 

 

Bøkurnar fylgja ukrainsku námsætlanunum, og øll neyðug loyvi eru fingin at leggja bøkurnar á netið.

 

PDF-skjølini og netbøkurnar eru ókeypis at taka niður og at brúka.

 

##med2##

 

https://snar.fo/ukrainskar-undirvisingarbokur